Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik málið – hvat vendir upp og hvat vendir niður?

Helgi Abrahamsen

Norðlýsið hevur fingið ein statsaut. grannskoðara at greina skattamálið hjá Eik, so at “vanlig fólk” hava møguleika at skilja eitt sindur av tí.

KVF og Miðlahúsið hava nú í longri tíð viðgjørt skattamálið hjá Eik banka og orð sum ”skattlig byrjunarbalansa”, ”good-will”, ”bad-will”, ”skattasnýt” osfr flúgva um oyrini á vanliga føroyinginum, sum ikki hevur minstu hóming av, hvat tosað verður um. Norðlýsið hevur vent sær til ein statsaut. grannskoðara og spurt hann, um tað ber til at greina hetta mál, so at vanlig fólk skilja eitt sindur av tí.

Símun Absalonsen hevur arbeitt sum grannskoðari í mong ár, og hevur eisini drúgvar royndir, tá talan er um grannskoðan av peningastovnum. Símun sigur í viðmerking til Norðlýsið, at hann einans kennir málið frá fjølmiðlunum, men hann hevur, sum flestallir grannskoðarar, fylgt við málinum.

At lýsa málið á einfaldan hátt yvirfyri fólki, sum ikki hava innlit í skattarætt, er neyvan lætt. Men Símun metir ikki, at Kringvarpið ger tað lættari hjá fólki at skilja.

Kjarnin í málinum

Símun sigur: ”Trupulleikin hjá miðlunum er, at teir, eftir míni metan, alla tíðina jagstra gøluna, uttan veruliga at lýsa substansin í málinum. Tað blívur ósakligt og í longdini møðsamt at hoyra uppá. Fakta er, at nýggi Eik bankin yvirtók ávísar ognir og skyldur hjá gamla Eik banka, so bankin kundi halda fram og yvirtøkan ikki órógvaði viðskiftafólk og samfelagið meira enn neyðugt. Í samband við hesa yvirtøku hevði bankin eitt tap (undirbalansa) uppá 514 mió. krónur.

Spurningurin er, hvørt hetta tap heilt ella lutvíst er good-will, sum kann dragast frá skattliga.

Eik hevur møguliga áhuga í at hetta tal gerst so høgt sum gjørligt, til tess at fáa stóran skattafrádrátt, ímeðan TAKS hevur áhuga í at minimera hesa upphædd. Hetta er kjarnin í málinum. TAKS hevur nú boðað frá, at teir meta good-will til lægsta virðið – 0 kr.!

Tveir møguleikar

Eik hevur nú tvinnar møguleikar. Annað er at góðtaka upphæddina hjá TAKS og so er málið liðugt, ella at byrja eina kærutilgong við møguligum rættarmáli v.m. Eik hevur valt fyrru loysnina og friðin, men tað merkir ikki at bankin er samdur í at good-will reelt er 0 kr.

Eg veit ikki hvat veruliga good-will virðið er í Eik, men sjálvandi er tað meira enn 0 kr. Nýggi Eik bankin yvirtók ca 40% av føroyska fíggjarmarknaðinum og hesin marknaðarpartur má hava okkurt fíggjarligt virði. Tí hvussu skuldi Eik hildið fram við sínum virksemi uttan kundar?

Um Eik byrjaði eina kærutilgongd, hevði good-will virðið kanska verðið ásett við dómi og Eik fekk ein skattafrádrátt. Men tað tykist sum at bankin nú heldur vil hava frið enn tann skattafrádrátt, sum teir óivað hava rættarkrav uppá.”

Bad-will

Norðlýsið hevur eisini spurt Símun hvussu ”bad-will” skal skiljast. Hetta varð umtalað í Dag og Viku í gjárkvøldið í samband við at TF Holding í 2011 hevði inntøkuført fleiri hundrað milliónir sum ”bad-will” tá samtakið keypti 70% av partabrøvunum í Eik. Í innslagnum varð sagt, at tað ber ikki til at hava bæði ”good-will” og ”bad-will” samstundis.

Símun svarar: ”Hasa argumentatiónina kann spurningur setast við. At TF Holding inntøkuførdi stóra upphædd sum bad-will merkir, at Fíggjarligt Støðufesti seldi 70% av Eik til TF til væl lægri virði, enn innara eginognin í Eik. At TF møguliga gjørdi ein góðan partabrævahandil kann ikki brúkast sum avgerandi prógv fyri, at einki good-will var í sjálvum Eik.

Í 2011 royndi Fíggjarligt Støðufesti at selja bankan, tí uppgáva teirra er ikki at reka bankar, men at tryggja fíggjarligum støðufesti, tá trupulleikar stinga seg upp. Fíggjarligt støðufesti hevur óivað ynskt at funnið ein føroyskan keypara til føroyska bankan. Hevði Fíggjarligt Støðufesti, sum danski staturin rekur, selt føroyska Eik til Sydbank ella Jyske Bank, hevði tað neyvan smakkað væl politiskt. Fíggjarligt Støðufesti hevur fyrst ynskt at selt til føroyskar eigarar fyri at sleppa undan politiskum ófriði. Men hvussu nógvir keyparar í Føroyum kunnu leggja ½-1 milliard á borðið fyri ein banka?? TF var helst einasti keypari sum hevði orku og vilja at keypa og tað hevur helst verið avgerandi fyri prísásetanina. Talan var um handil millum óheftar partar, men vanliga marknaðarmekanismu var neyvan talan um”, sigur Símun Absalonsen, sum annars ikki heldur, at Eik-málið er so fløkt, sum tað verður gjørt til.