Umleið 30 fólk vóru í gjárkvøldið møtt í hølunum hjá Eik í Klaksvík, har Eik, saman við MFS, skipaði fyri Pisukvøldi.
Pisukvøld er eitt afturvendandi tiltak, har tey ið ætla sær uttanlands at lesa, fáa kunning um ymisk viðurskifti í sambandi við tað at flyta í onnur lond at lesa.
Nevnast kann, at umboð fyri Eik greiddu frá, um hvussu ein stovnar eina NemKontu og um týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan. Eisini umboð fyri MFS og føroysku ráðgevingina í Keypmannahavn høvdu framløgur, eins og Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi.
Nakað av undirhaldi var eisini á skránni. Danny & the Veetos – Trio spældu og okkurt gott var eisini til góman.
”Ein stórur partur av teimum sum møttu, skuldi til Danmarkar at lesa, men har vóru eisini nøkur sum fóru til Onglands, Skotlands og Pólands,” sigur Trygvi H. Poulsen, rakstrarleiðari í Eik.
”Tey flestu vóru úr Norðoyggjum og nøkur úr Eysturoy. Men eisini onkur úr Havn hevði leitað sær norður til Klaksvíkar til tiltakið,” sigur hann.
Vanligt hevur verið at Eik hevur hetta tiltakið í Havn á hvørjum ári, meðan deildirnar í Klaksvík og Saltangará skiftast um at hava tað annaðhvørt ár.




