Leygardagin beint áðrenn aðalfundin hjá Treysti bleiv høvuðsstuðulsavtalan millum Eik og Treysti um Klaksvík hálvmaraton 2014 og 2015 undirskrivað.
Tað var ein væl nøgdur deildarleiðari, Margareth Djurhuus, sum fyri Eik í Klaksvík undirskrivaði 2 ára avtaluna, sum inniber at Eik er høvuðsstuðul til hálvmaratonkappingina, sum í ár eitur “Eik hálvmaraton Klaksvík 2014” og næsta ár eitur “Eik hálvmaraton Klaksvík 2015”. Í ár verður kappingin leygardagin 10. mai.
– Vit hava verið sera glað fyri samstarvið vit hava havt við Treysti undanfarnu ár, og tí eru eisini vit sera fegin um at vit kunnu gera hesa 2-ára avtaluna um hálvmaraton í Klaksvík, og hjálpa felagnum víðari fram á leið, segði Margareth millum annað áðrenn avtalan varð undirskrivað. Tit eru eitt vælvirkandi, sjónligt og nógv vinnandi felag við góðum fólkið aftanfyri, og vit hava veruliga merkt tað, sum samstarv báðar vegir undanfarin ár og tit hava altíð verið jalig, tá vit hava heitt á tykkum um hjálp til eitthvørt tiltak, segði Margareth eisini.
Jonhard Larsen, formaður í Treysti, var, sum vera man, sera væl nøgdur, og serliga nøgdur um at talan er um eina 2-ára avtalu, sum gevur meiri frið fyri felagið til at fyriskipa kappingina í 2015 eisini. Hetta hjálpir eisini væl til dagliga raksturin hjá felagnum, og vit gleða okkum til samstarvið við Eik í samband við næstu tvey hálvmaraton í Klakvík, og onnur tiltøk har brúk er fyri okkum, segði Jonhard Larsen.




