Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik skattamálið, miðlar og public service

John William Joensen

Frágreiðingin frá TAKS, sum nú er almannakunngjørd, setur stór spurnartekin við almennu framløguna av skattamálinum, sum er framleidd í Kringvarpið Føroya og sum hevur skapt eina sera ivasama hugmynd av málinum í føroyska fólkinum.

Frágreiðingin frá TAKS, sum nú er almannakunngjørd, setur stór spurnartekin við almennu framløguna av skattamálinum, sum er framleidd í Kringvarpið Føroya og sum hevur skapt eina sera ivasama hugmynd av málinum í føroyska fólkinum.

Eftir at kanningarstjóri, sum varð settur av Fíggjarmálaráðnum eftir umbøn frá TAKS, er komin til eina niðurstøðu í nógv umrødda Skattamálinum hjá Eik Banka, er TAKS eftirfylgjandi fyri fyrstuferð komið til orðanna. Higartil hevur stovnurin verið umfataður av herdari tagnaðarskyldu, men nú kann stovnurin fyri fyrstuferð gera viðmerkingar til kanningina og sjálvt skattamálið.

TAKS staðfestir, at tagnaðarskyldan hevur ikki gagna fjølmiðla viðgerðini av skattamálinum, sum TAKS sigur hava verið sera vánaliga og beinleiðis villeiðandi.

Hevur TAKS rætt, so er málið ein stór skandala fyri KVF og Sosialin, tí sambært TAKS hevur stovnurin ongantíð játtað bankanum nakran skattafrádrátt, sum annars hevur verið stóra søgan hesi seinastu tvey árini.

Miðlasøgan um skattafrádráttin, á 450 mió. kr. sum EIK BANKI av órøttum skal hava roynt at tiltuskað sær, sambært KVF og Sosialinum, hevur ongantíð verið til uttan í sjálvari fjølmiðlasøguni, sambært TAKS. At leiðslan í EIK BANKA og ráðgevarar hennara hildu seg hava rætt til ein slíkan frádrátt, er sambært frágreiðingini hjá TAKS púra óviðkomandi.

Longu í 2015, tvs. áðrenn fjølmiðlarnir byrjaðu at skrivað um málið, tók TAKS avgerð um at nokta EIK skattafrádráttin, og gav boð um at bankin skuldi rokna hetta sum goodwill, og bað Bankan um at meta um virði á goodwill.

TAKS vísir eisini í frágreiðing síni aftur, at grundarlag er fyri at sekta EIK BANKA, tí bankin hevur alla tíðina upplýst TAKS á fullgóðan hátt, soleiðis at TAKS hevði nøktandi grundarlag at gera sína egnu niðurstøðu.

Kanningarstjórin, sum annars er rættiliga atfinningarsamur í niðurstøðu síni og sum mælir til at málið verður eftirkannað av fútanum, heldur seg eisini frá at siga at skattasvik er framt í hesum málinum, men er samdur við tað, sum er komið fram í miðlunum, um at bankin hevur roynt at manipulera TAKS:

… Á tí grundarlagi er mítt tilmæli, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Hervið verður sagt, at málið liggur nær við eina støðu eftir § 139 um villleiðing, men onki er sagt um, hvørt undirritaði metir, um málið eigur at føra til, at ákæra verður reist, ella at málið seinni vil føra til dóms, einans at fútin má gera metingina, um svik er framt, og hvørt møguligar aðrar fortreytir fyri at reisa ákæru eru loknar……

Sjónvarpið er ein sera sterkur miðil og KVF og Sosialurin hava viku eftir viku staðfest, sum veruleikar, at TAKS hevði játtað EIK BANKA ein frádrátt á næstan 100 mió. kr. og at talan var um skattasvik. 

Eitt mál fyri fjølmiðlakærunevndina?

Umboðið fyri danska felagið, Fíggjarligt Støðufesti, sum eisini var nevndarlimur í EIK BANKA, hevur alla tíðina ført fram, at EIK BANKI hevði ikki rætt til hendan skattafrádráttin, sum sambært honum, Fíggjarligt Støðufesti hevði goldið fyri.

At miðlar tykjast hava bygt sína søgu á hesa somu heimild, ger ikki støðuna minni álvarsama fyri stóru miðlahúsini í høvuðsstaðnum.

Í leiðreglunum fyri góðan fjølmiðlasið stendur skrivað:

3.2 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður at stremba eftir fjølbroytni í valinum av heimildum. Heimildarvandnið herðist, um dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.

4.5 Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur. Leggið dent á, at skuldarspurningurin er ikki avgjørdur, fyrr enn endaligur dómur er sagdur. Tað er góður fjølmiðlasiður at upplýsa, at endaligur dómur er sagdur í málum, sum áður hava verið umtalað í fjølmiðlinum. Í rættarfrásagnum eiga fjølmiðlafólk at virða báðar partar. Nøvn skulu einans nevnast, um tey hava almennan áhuga. Um onkur av pørtunum áður er revsaður ella dømdur, eigur hetta ikki at verða tikið fram, uttan so at tað hevur týdning fyri ítøkiliga málið.

At TAKS nú endiliga er sloppið at gera almennar viðmerkingar um skattamálið gevur eina grundleggjandi øðrvísi fatan av málinum, men tað frá tekur ikki nevndu miðlum frá ábyrgd.

Hinvegin gongur frágreiðingin, sum nú er gjørd av kanningarstjóra (Sum sambært kanningarstjóranum sjálvum er gjørd av persóni, sum ongar skattarættarligar ella roknskaparligar førleikar hevur)  beint ímóti tí uppfatan, sum TAKS sigur seg hava av málinum, og er sera tyngjandi fyri Eik Banka og TAKS.

At fútin nú er komin upp í málið er bara gott, tí nú sleppa allir partar at greiða frá málinum og vit fáa vónandi endiliga eina rætta og fakliga kompitenta útgreining av málinum.

Er frágreiðingin hjá TAKS eftirfarandi, tí stovnurin má sigast at verða munandi meira kompitentur enn kanningarstjórin, so verður alneyðugt, at fjølmiðlakærunevndin tekur miðladekningin í KVF til viðgerar. Ein góður spurningur er um fjølmiðlakærunevndin hevur neyðuga dirvi og fjarstøðu til at viðgera og harta KVF.

Kanningin gruggar

Men sæð út frá ljósinum av tí, sum TAKS er komið fram við um nógv umrødda skattamálið hjá EIK eiga løgtingslimir av álvara at umhugsað hvussu og hvør skal í framtíðini umsita public service.

Vísir niðurstøðan hjá Kanningarstjóranum seg at halda er tað hinvegin TAKS og Eik Banki, sum eiga stóra trupuleikan. Men tað er ørkimlandi fyri almenningin og málið sum heild, at Fíggjarmálaráðið hevur sett ein kanningarstjóra, sum sjálvur sigur seg ikki at hava nakrar skattarættarligar og roknskaparligar førleikar at viðgera hettar álvarsmálið. (Sí seinri grein)