Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiler: Eg gjørdi eitt mistak og harmist støðuna

Jákup Ósá

Eiler Rasmussen, dómari, staðfestir, at hann gjørdi eitt mistak, tí KÍ átti brotsspark í 79. minutti í toppdystinum í gjár.

– Tá eg sá nógv umtalaðu støðuna í endanum av dystinum í gjár, so sá eg at KÍ leikarin fór umkoll. Í samráð við hjálpardómaran meta vit so, at B36 leikarin er fyrstur á bóltinum, men video upptøkurnar vísa, at tað var hann ikki. So har skuldi eg havt dømt brotsspark til KÍ. Eg eri ótrúliga keddur av hesum, men fái einki gjørt við tað nú, sigur Eiler Rasmussen við Norðlýsið.

Tá vit spyrja hann, um KÍ spæli ”vemmuligari” enn B36, sum B36 venjarin  vildi vera við, so heldur Eiler ikki, at so var. Hann sigur, at dómara trio’in royndi at loyva kontantum spæli og at leikararnir fóru so langt, sum teir sluppu.

Við hesum er lok lagt á nógv umtalaðu hendingina, har staðfestast kann, at KÍ av røttum átti eitt brotsspark í 79. minutti við støðuna 2-1. Hvat hetta hevði viðført fáa vit ongantíð at vita, men sannlíkindini fyri at KÍ hevði fingið stig eru rímuliga stór.