Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiler gjørdist søguligur

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er dómari komin alment út, har hann hevur viðgingið eitt mistak.

Tað var á nordlysid.fo mánadagin, at Eiler Rasmussen, sum dømdi KÍ-B36, kom alment út og viðgekk, at hann hevði gjørt eitt mistak, tá hann yvir sá eitt KÍ brotsspark í 79. minutti. Hetta hava nokk mong mangan saknað, at dómarar eisini hava viðgingið sínar feilir. Og hyggja vit eftir afturmeldingunum – m.a. undir sjálvari greinini – og annars í dagliga fótbóltsprátinum, so er eingin ivi um, at Eiler hevur vunnið stóra virðing av hesari útmeldingini. Tí vit eru øll bara menniskjur og øll gera feilir. Munurin er, at feilirnir hjá dómaranum vera nógv meira útsettir og viðgjørdir enn teir hjá venjarunum og leikarunum.

Hetta er ikki seinasta mistak, sum ein dómari fer at gera, men onkursvegna skulu vit øll kunna liva við hesum. Í hesum føri gjørdi Eiler tað skilagóða, at hann viðgekk mistakið alment. Tó er ikki sagt, at dómarar skulu koma út, hvørja ferð teir gera ein feil, men tá talan er um avgerandi útfall fyri dystirnir og upptøkurnar vísa mistakið, so hjálpir tað helst væl sum í hesum føri. Tað er í øllum førum fleiri ár síðani, at vit hava sæð ein dómara alment viðgingið eitt mistak og tí gjørdist Eiler á tann hátt søguligur. Kanska er hetta byrjanin uppá eitt nýtt rák á økinum?

Harleywoodpaint