Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein afturat gevst í AB

Jákup Ósá

Royndur miðvallarleikari, ið hevur fleiri A-landsdystir, steðgar eisini í AB, har frágongdin ongan enda tykist hava.

Royndur miðvallarleikari, ið hevur fleiri A-landsdystir, steðgar eisini í AB.

Talan er um 29 ára gamla Bárð Olsen, ið seinastu tvey árini hevur umboðað AB eftir, at hann í 2013 var ein týðandi leikari á FM liðnum hjá HB. Bárður Olsen váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur verið í samráðingum við AB, men hesar komu ikki á mál, og tí hevur hann tikið avgerð um, at hann steðgar við fótbólti á hægsta stigi fram til komandi summar. Bárður sigur víðari, at hendur einki óvæntað, so tekur hann tá – komandi summar – støðu til, hvussu verur víðari við fótbóltinum á hægsta stigi.

Bárður Olsen er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir og hevur spælt 294 dystir í bestu deildini í Føroyum.

Frammanundan eru Niklas Thomsen, Beinir Ellefsen, Hørður Mohr, Andras B. Vágsheyg, Rógvi Poulsen, Jógvan Andrias Nolsøe, Tróndur Jensen, Kári Nielsen og Álvur F. Christiansen farnir úr felagnum. Jobin Drangastein væntast at skriva undir við Víking, meðan tað er sera ivasamt, um Kristin R. Mouritsen spælir við AB í 2016. Sostatt kemur AB mest sannlíkt at missa minst 12 leikarar av hópinum, ið spældi í ár.