Nú má okkurt ítøkiligt gerast fyri økini uttan fyri miðstaðin og kjakið um at avtaka økisumboðanina á tingi má steðgast her og nú
Meðan politikarar í miðøkinum – væl hjálptir at høvuðsstaðarpressuni – eru um at blíva samdir um at niðurleggja økisumboðan á tingið – hevur Tórshavnar Kommuna einsamøll avgjørt at hækk íløgurnar í høvuðsstaðin við 100 milliónum krónum komandi ár.
Hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur strítt fyri at fáa tálma almennu íløgurnar so hækkar Tórshavnar Kommuna á komandi fíggjarlóg íløgurnar úr 150 upp í 250 milliónir krónir.
Til samanberingar hevur næst størsta kommuna í landinum eina samlaða fíggjarlóg upp á einans 150 milliónir krónir við høvd og gøgnum – hetta er einans helvtin av tí, sum Heðin Mortensen brúkar í íløgum.
Tað er fullkomiliga láturligt, at samstundis sum hetta hendir – sita politikarar í løgtinginum og tosað um at avtaka økisumboðanina á tingið.
– Føroyar sum eitt valdømi er nakað sum borgarstjórin í Havn alment hevur gjørt seg til talsmann fyri.
Sum formaður í lokalfelag hjá sambandsflokkinum fari eg at heita á leiðslu flokksins um at vaknað og syrgja fyri at hetta orðaskiftið steðgar – her og nú – til vit fáa greiðu á hvussu vit fáa gjørt nakað ítøkjuligt fyri at bøta uppá hendan fúla ójavnað – sum so grelt er komin til sjóndar í dag.
Eg fari eisini at spyrja hini lokalfløgini í landinum – um tey bara ætlað at standa og hyggja meðan borgarin uttan fyri miðøkið verður alt meira avskerdur frá at virka í framtíðar føroyska samfelagnum og vit uttanfyri miðøkið eftir øllum at døma bert skulu taka til takkar við molunum sum detta av borðinum hjá ovurfeitu høvuðsstaðar kapital – búkunum – sum hvønn dag súgva til sín av almennum inntøkum.
Er tað veruliga so galið at fólk kring um í Føroyum eru líka glað hvat poltikarar – sum eru valdir at umboða økini kring um í landinum gera?
Eg kundi hugsað mær at fingið at vita – hvat eitt nú eysturoyar sambandsfelag heldur um omanfyristandandi proplemstilling eins og hvat onnur lokalfeløg kring um í landinum halda.
Skulu vit lata deyðsiglararnar í tinginum sleppa at gera, sum teimum lystir ella skulu vit byggja land.
John William Joensen
Formaður í Norðoya Sambandsfelag.




