Við legendariska sjófararanum, Leven Brown, sum skipara er Livar Nysted úr Hvannasundi ein av 12 monnum, sum hava sett sær fyri at seta eitt nýtt heimsmet við at rógva skjótast møguliga tann 2600 fjórðingar langa teinin tvørtur um Atlantarhavið!
“Ja, vit eru norðingar frægir”, syngur Jens Aksel Heldarskarð, og um tú hevur hug at finna ein norðing av teimum heilt frægu, so er Livar Nysted í Hvannasundi uttan iva eitt tað besta boðið.
Hesin blíði og fyrikomandi sundamaðurin er 37 ára gamal, hann er giftur og eigur 4 børn. Í tí dagliga starvast hann hjá Byggifelagnum Kanjon.
Seinnu árini er Liver blivin alt meira kendur fyri sínar listarligu gávur innan málningalist, har hann seinnu árini hevur verið rættiliga virkin.
Á ítróttarsíðuni er tað kappróðurin, sum hevur hansara stóra áhuga og eldhuga, og hetta sæst eisini aftur í teimum náddu úrslitunum. Livar hevur vunnið ikki færri enn 3 føroyameistaraheiti í kappróðri!
Men enn er Livar ikki mettaður av avbjóðingum, tí nú bjóðar hann sjálvum Atlantarhavinum av, og enn einaferð er árin einasta amboðið!
Hetlandstúrurin
kveikti dreymin
Í 2005 gjørdi Livar, saman við trimum vinmonnum, eina roynd at rógva til Hetlands, sum tíverri miseydnaðist, tí teir, vegna veður, máttu leggja árarnar inn og gevast bert 18 fjórðingar frá Hetlandi.
So skuldi ein trúð, at Livar av slíkari hending misti nakað av huganum til slíkar ferðir, men soleiðis er tað ikki – tvørturímóti:
– Túrurin til Hetlands gav mær bert meir vilja til at gera tað, sum eg havi droymt um í nógv ár: at rógva um Atlantarhavið, og nú havi eg endiliga fingið møguleikan”, sigur Livar, og tað bæði sæst og hoyrist á honum, at hann meinar tað, sum hann sigur:
Ikki ein og hvør
fær slíkan kjans
Livar greiðir frá, at hann fyri tíð síðan fekk samband við fyrireikararnar til ein róðrartúr um Atlantarhavið, sum verður gjørdur um mánaðarskiftið desember/januar komandi, og sum kemur at vara umleið 30-40 dagar, alt eftir hvussu tað fer at ganga.
– Tað eru fleiri um boðið, og eg mátti eisini til viðtalu við ekspeditiónsleiðaran, áðrenn eg varð góðkendur til uppgávuna, men tað eydnaðist at tryggja mær eitt pláss umborð, og tað eri eg fegin um.
– Orsøkin til, at eg sleppi upp í part, er m.a., at eg havi roynt at róð til Hetlands, so eg veit, hvat skal til á einum sovornum túri.
– Eisini tað, at eg havi róð kapp í nógv ár og havi vunnið 3 føroyameistaraheiti vísir, at eg havi viljan og tað, sum skal til, fyri at gera ein slíkan túr, sigur Livar Nysted.
Teir skulu rógva
2600 fjórðingar
Teinurin, sum Livar og hinir 10 menninir umborð skulu rógva, er 2600 fjórðingar, og tað er ikki smávegis.
Fyri at geva lesaranum eina fatan av, hvussu langur hesin túrurin er, kann til sammetingar upplýsast, at teinurin úr Føroyum og yvir á Kappan er “bert” 1000 fjórðingar, og teinurin, sum Ovi Joensen róði til Danmarkar í 1986, var 1700 fjórðingar.
– Ætlanin er at byrja túrin í desember mánað, hetta veldst um veðrið.
– Vit leggja frá landi í Puerto Morgan á Gran Canaria, og málið er Barbados á Vestindisku Oyggjunum.
– Tá ið vit eru farnir avstað, verður ikki vent við aftur, av tí at vit tá hava bæði streym og vónandi eisini vind ímóti.
– Tað eru settir 2 mánaðir av til túrin, men vit vóna at klára tað nakað skjótari enn tað, greiðir Livar frá.
12 mans og
6 sovipláss
Báturin, sum teir fara at rógva hendan túrin, eitur “La Mondiale”. Hann er bygdur í 1991 og hevur verið brúktur til fleiri túrar um høv.
Hetta er einki tilvildarligt sjófar, tí hann hevur sett fleiri heimsmet, bæði í longd av túrum og í fer tvørtur um hav.
Báturin er 15,5 metrar langur og 2,8 metrar breiður. Hann vigar bert 639 kilo tómur og 3900 kilo fullfermdur.
– Umstøðurnar umborð eru ikki av teimum bestu, ásannar Livar.
– Vit verða 12 mans við bátinum, men tað eru bert 6 pláss at sova!
– Hvør maður kann ikki hava meiri enn 15 kilo av viðføri við, tá eru koyggjuklæði íroknað.
Ætla at taka
heimsmetið
– Ætlanin við túrinum er eisini at seta nýtt heimsmet sum skjótasti árabátur um Atlantarhavið.
– Verandi heimsmet er 33 dagar, og vit hava góðar vónir um at taka hetta metið, sigur Livar, sum saman við restini av manningini skal ígjøgnum harðar likamligar venjingar, sum eru partur av fyrireikingunum til hendan krevjandi túrin.
Eingin ivi er um, at talan her er um ein sera krevjandi túr, bæði likamliga og sálarliga, tí hendan ítróttargreinin er ein tann mest ekstrema, sum er, og tað at rógva um Atlantarhavið verður samanborið við at klúgva upp á Mount Everest og aðrar sera krevjandi ítróttargreinar.
Skiparin
víðagitin
– Skipari á túrinum verður Leven Brown, sum er skoti, búsitandi í Onglandi. Hann hevur verið á fleiri longri túrum um hav, bæði við hesum sama bátinum og einsamallur í minni báti.
– Trygdin verður sett so nógv í hásæti, sum tað einaferð ber til á einum slíkum túri. Manningin ger trygdarvenjingar, áðrenn farið verður avstað.
– Báturin hevur “Argos tracking system”, sum upplýsir positión og kann senda neyðarkall, bæði yvir satelitt, og eisini er ein Epirb’ur umborð, sigur Livar, sum eisini upplýsir, at eisini rættiliga góð læknaútgerð er umborð, av tí at langt er til lands á hesum túrinum.
Túrurin eisini
kostnaðarmikil
Livar dylur ikki fyri, at hesin túrur hansara eisini fíggjarliga er sera krevjandi fyri hann.
– Fyri mín part kostar sjálvur túrurin 150.000,- krónur. Harafturat kemur ferðing og uppihald, fyrst til venjingar og síðan til og frá sjálvum túrinum, sum samanlagt kostar góðar 80.000,- krónur.
– Harumframt komi eg at missa umleið 2½ mánað arbeiðstíð, so samanlagt kemur hendan ekspeditiónin at kosta mær umleið 290.000,- krónur, sigur Livar, sum tí hevur tørv á so nógvum stuðli, sum tilber.
– Sjálvandi geri eg ikki hetta fyri pengar – tað sigur seg sjálvt, og eg hevði eisini farið avstað, um tað so kostaði mær uppaftur meira, sigur ein avgjørdur Livar Nysted, sum um ársskiftið fer avstað á sína dreymaferð – við ár í hond tvørtur um Atlantarhavið.




