Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein av stóru profilunum í FSF vitjar aðalfundin hjá KÍ í kvøld

John William Joensen

Jens Erik Magnusen, fer at hava fyrilestur undir heitinum: "Føroyskur fótbóltur í altjóða høpi"

Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ìtróttarfelag verður fríggjakvøldið 16. mars kl. 19 í Cafe KÍ.



Skrá 

01. Val av fundarstjóra og fundarskrivara. 



02. Áseting av gildigum atkvøðum, samb. stk. 3. 



03. Ársfrágreiðing frá formanni og ábyrgdarfólkum.



04. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 



05. Ásetan av limagjaldi. 



06. Innkomin mál. 



07. Møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum ella reglugerðum. 



08. Valevni til formann, næstformann ella ábyrgdarfólk hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu. 



09. Val av formanni og næstformanni 



10. Val av ábyrgdarfólkum. 



11. Val av grannskoðara. 



12. Ymiskt. 



Gestarøðari: 



Aðalfundurin hjá KÍ far í ár vitjan av Jens Erik Magusen, sum hevur verið nevndarlimur í FSF síðani sambandið varð stovnað í 1979. 



Hann fer m.a at greiða frá føroyskum fótbólti í altjóða høpið. 



Klaksvíkar Ítróttarfelag