Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein avgerandi dystur fyri FM-møguleikarnar hjá KÍ

Jákup Ósá

KÍ spælir í Trongisvági í morgin í einum dysti, sum av fleir verður mettur sum ein lykladystur fyri KÍ.

Munurin millum KÍ og B36 er bara fýra stig. Hann var 12 stig í summarsteðginum. KÍ hevur spælt ein dyst færri.

Trupulleikarnir hjá KÍ eru komnir í landskappingini vegna mongu altjóða dystirnar, tí neyðugt hevur verið at skift nógv út, tí nærum eingin leikari klárar at spæla 3. ella 4. hvønn dag yvir longri tíðarskeið uttan, at tað gongur útyvir skaðar ella avrik.

Eftir summarsteðgin hevur KÍ bara spælt við bestu manningini ein landskappingardyst, og tá vann KÍ 2-1 í Gundadali móti HB. Í øllum dystunum, har KÍ hevur skift nógv út, hevur KÍ verið í trupulleikum, har bara ein dystur er vunnin og hann kom við einum sigursmáli í yvirtíðini av yvirtíðini.

 

Úrslitini við alternativum liði hava verið:

Víkingur-KÍ 2-1

KÍ-07 vestur 1-1

KÍ-EB/Streymur 3-2

KÍ-B68 1-1

 

Eitt avgerandi umfar

KÍ spælir sunnudagin í Trongisvági móti TB, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Fyri KÍ er hetta blivi ein lykladystur, tí væntast kann, at nú dysturin bara er tríggjar dagar eftir dystin í Bratislava, so verður tað aftur eitt alternativt lið við fleiri broytingum og av royndum vita vit, at KÍ tá mest sannlíkt fær tað torført. Men fær KÍ vent gongdini og vunnið dystin, so sær beinanvegin nógv ljósari út undan síðstu umførunum.

Mánakvøldið møtast B36-HB og úrslitið í Trongisvági er tí kent frammanundan. Fær KÍ ikki fult í Trongisvági, so fær B36 møguleikan at koma enn nærri KÍ, men vinnur KÍ, so kemur B36 ikki nærri og kemur tá undir trýst bara fyri at halda munin niðri á fýra stigum. KÍ-høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, segði eisini við Portalin eftir HB-dystin, at hetta er eitt avgerandi umfar.

B36-KÍ møtast í 26. umfari og heldur gongdin hjá KÍ fram við at missa stig, meðan B36 fær fult hvørjaferð, so verður tann dysturin mest sannlíkt avgerandi fyri, hvør vinnur FM 2023. KÍ hevur tó møguleikan at avgera tað áðrenn, men so krevst helst ein sigur í Trongisvági í morgin.

KÍ spælir í ljósabláum í Trongisvági í morgin.

Harleywoodpaint