Hendan vikan sum júst er byrjað, verður sera avgerandi fyri samstarvið millum limalondini í ES. Hósdagin skulu bretar nevniliga á fólkaatkvøðu um teirra limaskap í europeiska samveldinum.
Veljararnir fáa tveir møguleikar at velja ímillum: “Eigur Stórabretland at verða verandi limur í ES ella at fara úr ES?”
Fólkaatkvøðan byggir á eina nýggja avtalu, sum David Cameron, forsætismálaráðharri, hevur gjørt við ES, og sambært henni skal nakað av valdi flytast aftur úr Brússel til London. Sjálvur mælir Cameron bretum til at atkvøða fyri framhaldandi limaskapi, meðan partamaður hansara, Boris Johnson, stendur á odda fyri teimum, ið mæla bretum til at fara úr ES-samstarvinum.
Bretland gjørdist limur í ES (tá EF) í 1973. Avgerðin bleiv staðfest á eini fólkaatkvøðu í 1975, tá 66 prosent av bretsku veljarunum atkvøddu fyri limaskapinum. Mótstøðan ímóti ES hevur tó alla tíðina verið størri í Bretlandi, enn hon hevur verið í flestu av hinum ES-limalondunum. Til dømis hevur Bretland valt ikki at nýta evruna sum gjaldoyra og er heldur ikki partur av Schengen-samstarvinum.
Tað er ongantíð fyrr hent, síðani ES bleiv skipað sum samveldi, at eitt limaland hevur melda seg úr, og roknað verður við, at tað kann fáa ógvusligar avleiðingar, um Bretland fer úr samveldinum.
Sambært veljarakanningum stendur mestsum á jøvnum millum tey sum ynskja at verða verandi og tey sum vilja fara úr ES. Í Skotlandi, Wales og Írlandi hella veljararnir meira til ES-limaskap, meðan veljararnir í Onglandi hella meira til at fara úr ES.
Í politisku flokkunum er stór ósemja um ES-spurningin. Labour hevur flestu parlamentslimirnar ið eru fyri ES-limaskapi, meðan Konservativi flokkurin er klovin í tvey, hvat ES viðvíkur.
Um úrslitið av fólkaatkvøðuni hósdagin verður, at Bretland fer úr ES, so møtir David Cameron upp hjá drotningini fríggjamorgunin og biður um at verða loystur úr starvi. Tað hevur hann boðað frá.




