Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein bilur koyrir – eitt flogfar flýgur

Svenning av Lofti

Hjúnabandslógin:

Ein bilur koyrir – eitt flogfar flýgur

Hjúnabandslógin er einans fyri hjún, tí hava samkynd einki við hjúnabandslógina at gera.

At royna at fáa samkynd inn í hjúnabandslógina, er sum at royna at fáa ein bil skrásettan undir loftferðslulógini.

Tað er bókstavliga himmalvíður munur millum ein bil og eitt flogfar.

Ein bilir koyrir og eitt flogfar flýgur.

Bilar eru gjørdir til at koyra á vegnum. Flogfør eru bygt til at flúgva í luftini..

Sama lóg kann ikki vera galdandi fyri bæði. Ein og hvør skilir tað høpisleysa í at fáa bilferðsluna og flogferðsluna at vera undir somu lóg.

Eingin finnur upp á at skjóta upp at broyta ferðslulógina so hon eisini umfatar flogferðsluna.

So burturvið er tað at skjóta upp at broyta hjúnabandlógina so hon eisini umfatar samkynd.

Svenning av Lofti