Tað kann ikki sigast annað enn, at lendingin eysturi í Eiðsvík á Viðareiði hevur verið brimbard í dag. Brotið kom longur niðan enn ætlað, men elvdi bert karm. Myndir og videobrot frá Jóannis Sørensen.
Tað kann ikki sigast annað enn, at lendingin eysturi í Eiðsvík á Viðareiði hevur verið brimbard í dag. Brotið kom longur niðan enn ætlað, men elvdi bert til karm. Myndir og videobrot frá Jóannis Sørensen.
Tað er óró í sjónum kring Føroyaland í dag. Vindurin hevur elvt øði í og tað sæst kring føroyastrendur.
Jóannis Sørensen, myndamaður av Viðareiði, var Norðlýsinum so beinasamur, at fara ørindi at fanga nakrar myndir.
Hann og beiggin komu hálvavegna í neyð, tí brotini komu nakað væl longri niðan enn ætlað. Men hetta gjørdist tíanbetur bert til ein lítlan karm.




