Vit, sum vuksu upp á Gørðum í 1960-unum, minnast væl henda mannin, sum var bæði fittur og skemtingarsamur. Hetta er Harry Don Jacobsen f. 1922, sum vaks upp hjá mostrini Onnu Katrinu, sum var gift við Jógvan Joensen, sum vanliga varð nevndur Gørðs.
Harry Don giftist í 1961 við Hjørdis P. Samuelsen, og tey fingu fleiri børn saman. Tey búðu beint niðanfyri Garðavegin.
Myndin er helst tikin miðskeiðis í 1980-unum.



