Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein eygleiðing av dystinum B36-KÍ: KÍ merkt av manglandi leikarum til álopspartin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í dystinum í Gundadali ímóti B36 var KÍ-liðið merkt av manglandi broddi í álopspartinum, nú Rodrigo bert var hálvfrískur, og Rógvi og Heðin báðir sótu uttanfyri við skaða.

Ein av okkara dugnaligu eygleiðarum, sum var til dystin í Gundadali millum B36 og KÍ, dylur ikki fyri, at hann er rættiliga stúrin um KÍ í løtuni, men samstundis ásannar hann, at KÍ hendan dystin var skert í álopspartinum, av tí at bæði Rógvi og Heðin ikki kundu spæla vegna skaðar, og tað var eisini ógvuliga eyðsýnt, at Rodrigo ikki va førur fyri at renna ordiliga. Hann skuldi als ikki havt spælt hendan dystin og varð eisini skiftur út í hálvleikinum.


Bara eittans
hornaspark!

– Vónandi kann KÍ – við hesum leikarum frískum aftur – broytast til eitt lið við styrki í álopsspælinum, tí tað var als ikki tilfeldið í dag!

– Við eitt sindur av hepni kundu teir havt yvirlivað tið einum 0-0 javnleiki, men bert at skapa eittans hornaspark í heilar 90 minuttir er ikki nóg mikið, tá ið tú spælir í Formuladeildini!!

KÍ hevði hesa
liðuppstilling:

Jákup Mikkelsen var í málinum.

Miðverjan var mannað av Milic Curcic og Ova Nysted.

Høgri bakkur: Harley Bertholdsen.

Vinstri bakkur: Jan Andreasen.

Høgri miðvallari: Eli Simonsen.

Vinstri miðvallari: Sigmund Jacobsen.

Verjukendur miðvallari: Allan Joensen.

Mitt á miðvøllinum: Kristoffur Jacobsen og Steffan Kalsø.

Álopsleikari: Rodrigo Silva.

Útskiftingar
og broytingar

– Eftir 30 minuttir varð Kristoffur tikin út og Joe Zewe kom inn. Joe fór á plássið sum høgri miðvallari, og Eli flutti tá inn á tann sentrala miðvøllin ístaðin fyri Kristoffur.

– Frá byrjan av seinna hálvleiki varð Rodrigo tikin út, og John Hammer kom inn. John Hammer spældi sentralt á miðvøllinum, og Steffan flutti fram í álopið.

– Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Sigmund tikin út, og Álvur Christiansen kom inn ístaðin fyri hann. Álvur fór fram á plássið sum álopsleikari, og Eli fór tá út at spæla sum vinstri miðvallari.
Hesa løtuna skifti KÍ frá einum slag av 4-5-1 (ella 4-1-4-1) til at spæla 4-4-2.

– Allan byrjaði um hetta mundið í dystinum at vísa tekin um troyttleika, so hvørt sum seinna hálvleikinum leið, og 10-15 minuttir áðrenn dystarlok skifti hann um pláss við Jan Andreasen, soleiðis at Allan seinastu minuttirnar av dystinum spældi sum vinstri bakkur, meðan Jan Andreasen avloysti hann sum verjukendur miðvallari mitt fyri.


Viðmerkingar til
einstakar leikarar

Gløgt er gestsins eyga, verður ofta sagt, og Gundadals-viðmerkjari okkara hevði eisini hesar til avrikini hjá hvørjum leikara sær:

– Tað kundi tykjast vági at brúka Ova í miðverjuni, men hann gjørdi møguligum ótta fyri hansara seinføri til skammar við at vera fyrri leikarin í hvørjari takling og við at spæla ein góðan dyst í miðverjuni. Hansara problem var so at koma aftur við aftur, tá hann hevði luttikið longri frammi í álopsleiki, sum eisini kom fyri hendinga ferðir.
 
– Eg undraðist fyrst á, at Jan Andreasen var vinstri bakkur, men sá so, hví Petur hevði gjørt hetta. Jan pakkaði nevniliga Jákup á Borg inn, soleiðis at Jákup ikki gjørdist so vandamikil, sum hann annars allarhelst hevði verið.
 
– Sigmund var týðuliga ikki vanur at spæla á vinstra miðplássið, vinstri bakkur er ikki tað sama sum vinstri miðvallari.
 
– Spælið koyrdi heldur nógv gjøgnum Allan, kanska, og hann var við í ógvuliga nógvum av spælinum hjá KÍ, sum í løtum spældi væl sínámillum, men komu ov lítið fram í álop og gjørdust ongantíð vandamiklir. Hetta komst, sum sagt, eisini av, at teir vóru so skerdir í álopspartinum.
 
– Málið hjá B36 sá ógvuliga løgið út, tí Jákup tekur vanliga slíkar bóltar, men onkur segði mær, at Malson kom í ein blindan vinkul fyri Jákup – tað varð ógvuliga týðuligt, at har var alt ikki sum tað átti, Jákup rørdi seg ikki eftir bóltinum, og knappliga lá hann í netinum.
 
Kristoffur bleiv útskiftur eftir hálvan tíma. Eg giti, at skaði plágaði.
 
Steffan tyktist eisini óvanur við leiklutin á miðjuni, men hann fekk heldur ikki tað stóra burturúr, tá hann bleiv fluttur fram. Men tað komst kanska líka so nógv av, at tað bleiv so lítið at arbeiða við hjá honum.
 
Eli Simonsen var eitt positivt upplivilsi. Gott nokk kiksaði hann nakrar avleveringar, men hann arbeiddi hart alla tíðina, rann og tuskaði og orkaði hetta, umframt at hann smæddist heldur ikki at skjóta móti málinum úti frá. Gjørdi hetta einar 3-4 ferðir í dystinum. Hann er so avgjørt ein framtíðarinnar maður á KÍ-liðinum, sum átti at spælt allar dystirnar í ár.
 
John Hammer hevur verið skaddur í eina tíð og er tí ikki í fullar venjingarstøðu, men hann arbeiddi eisini hart. Kanska manglaði eydnan við at fáa avleveringar at sita, so meira spurdist burturúr enn 1 og 2 avleveringar.
 
Joe gjørdi sum hann altíð ger: rann eftir øllum sum rørdi seg!
 
Álvur fekk eina heldur ótakksama uppgávu at verða sendur upp í front ta løtuna, hann var inni, men hann arbeiddi eisini væl.
 
Harley bjargaði enn einaferð inni á strikuni, tá ið Jákup á Borg hevði spælt allar – eisini Jákup – út, og Harley var í fleiri takklingum, enn eg havi sæð hann nakran dyst. Eina løtu fekk sjálvur Mr. Reinert, dómari, eina skideballu frá Harley, fyri feildøming. Høvdu miðvallarnir duga líka væl sum Harley yvirlapp og 1-2, so hevði hann fingið nakrar fríar renningar frameftir við bóltinum, men hann fekk næstan ongantíð ta røttu avleveringina, tá ið hann hevði gjørt sítt og var farin túrin. Bleiv tó við at verða positivur og arbeiddi hart sum hann altíð ger.
 
Generelt var problemið enn einaferð, at spælið hjá KÍ gekk ov seint. Men B36 var nú heldur onki at skriva heim um. Í so máta eri eg bangin fyri dystinum móti B71, at um KÍ ikki skorar tá, og um teir fáa álopsleik í lag, so verða B71 væl meiri vandamiklir enn B36 í kontramøguleikunum.


Petur var
sjónligur

Eygleiðari okkara staðfestir, at Petur Mohr var munandi meira sjónligur sum venjari enn undangongumaður hansara í starvinum var.

– Petur stóð alla tíðina uppi og gav ordrar um ymisk ting, serliga í fyrra hálvleiki!

KÍ-leikarar
troyttaðust

Tann seinasta viðmerkingin frá okkara viðmerkjara um KÍ-avrikið í hesum dystinum er viðvíkjandi orku teirra.

– Tað var eitt sindur alarmerandi at síggja – sum tað leið út á seinna hálvleik – hvussu teir flestu av KÍ-leikarunum blivu ov troyttir til at kunna konsentrera seg fult um at spæla!

– Ein av teimum fáu, sum var førur fyri at arbeiða hart allan dystin, var tann ungi Eli Simonsen og tann “gamli” Harley Bertholdsen, sum enn einaferð hugtók við sínari ótrúligu orku, sum ikki tykist vera í minking hóast 39 ára aldur!!

Manglandi
álopsleikarar

Samanumtikið heldur eygleiðari okkara hendan dystin, at KÍ var merkt av manglandi leikarum til at hvessa álopspartin.

– Í dystinum var KÍ-liðið merkt av manglandi broddi í álopspartinum, nú Rodrigo bert var hálvfrískur, og Rógvi og Heðin báðir sótu uttanfyri við skaða.

– Vónandi kann KÍ styrkja hendan partin av spælinum til komandi dyst, sum verður ímóti B71 í Klaksvík komandi sunnudag.