Í samband við at Shellstøðin í Klaksvík nú er liðugt umvæld, bæði uttan og innan, bjóðar Shell øllum norðoyingum at vitja inn á gólvið hjá Niclas Hera og teimum á Shellstøðini nú um vikuskiftið.
Eg eri sera fegin um, at tær ábøtur og umvælingar, sum eru gjørdar á Shellstøðina nú eru liðnar og ikki minst fegnist eg um úrslitið, sigur ein sera fegin Niclas Heri Jákupsson, stjóri á Shellstøðini í Klaksvík.
Í hesum sambandi bjóðar hann øllum norðoyingum og fólki annars á gátt nú um vikuskiftið.
Kl. 15 ímorgin leygardagin undirskrivar Shell ein tvey ára sáttmála við Mjølnir og kl. 17,00 kemur Trølla Omman á vitjan og Niclas Heri lovar at børnini nokk skulu fáa eitthvørt lekkurt, um tey støkka inn á gólvið.
Sí meira í Norðlýsinum ídag.




