Pól á Kletti ummælir bókina hjá Petur Jacob Sigvardsen: »Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð 1«
Pól á Kletti ummælir bókina hjá Petur Jacob Sigvardsen: »Úr Gjáar søgu og Føroya bygdasøgu í nýggjari tíð 1«
Tú húsini átti har norði í Líð
og bátin og trøðna og børnini trý,
men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý,
neyðin teg noyddi at flyta
– tí ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.
Hanus Kamban: Sangur um flyting. Oyggjaskeggi, juli 1973
Ørindið omanfyri leiðir tankarnar til rithøvundin Martin Joensen (1902-1966), sum í skaldsøgum og stuttsøgum lýsir fíggjarligu trongtíðirnar í Føroyum í 1920- og 1930-árunum. Mest eyðkend er dapra lýsingin »Húsvillur« (1936) um strevaran Magnus, ið hóast alt stríðið noyðist at flyta frá húsi og heimi úr heimbygdini við konu og børnum, tí hann klárar ikki at svara hvørjum sítt. Stórstaðurin við sínum ótaldu møguleikum at vinna gull á landi og sjógvi dregur.
Tað er ein sannroynd, sum mannasøgan øll veit at siga, at fólk allar dagar hava leitað sær hagar, ið livikorini hava verið best; og við hugmyndini um, at fjallið er »grønari« hinumegin hava tey laðað upp í dyr og eru flutt. Forngrevstrar víða um heim leggja fram í ljós dømi um bústaðir, ið so líðandi eru avdankaðir og aðrar, har fólk í bráðskundi eru flýggjað yvir háls og herðar. Tað kunnu hava verið ólukkur, óár ella kríggj, ið hava elvt fólkinum til at flýggja, men altíð í strembanini eftir at lívbjarga sær.
Á forlagi sínum Búgvanum hevur Petur Jacob Sigvardsen givið út fimtu bókina í røðini »Úr Gjáar søgu« eftir steðg í nøkur ár. Í hesum millumbili eru komin út onnur verk frá hansara hond; fimm bind um torvið í Føroyum, tríggjar bøkur um yvirnátúrlig fyribrigdi, yrkingasavn og eitt savn við sálmum og sálmaløgum.
Hesaferð hevur gjáarsøgan undirtittulin »Føroya bygdasøga í nýggjari tíð« og er tann fyrra av tveimum ætlaðum. Petur Jacob Sigvardsen er gjáarmaður, men hevur seinastu fjøruti árini verið búsitandi í Havn. Tók í 1973 við sum skúlaráðgevi saman við Ludvig Petersen í táverandi Føroya Skúlastjórn. Frammanundan hevði hann verið lærari í Mykinesi, Tórshavn, Miðvági og á Giljanesi. Bústaðurin tey nógvu árini í Vágum var í Sandavági…….
LES MEIRA Í BLAÐNUM Í DAG




