Í góðveðrinum, seinapartin ídag, fór Klakkur aftur til fiskileið. Saman við stórum parti av flotanum hevur eisini Klakkur ligið við kaj í nakrar dagar.
Tað hevur gingið sera væl við fiskiskapinum hjá Klakki. Seinasti túrurin bleiv tó órógvaður av nógvum hørðum veðri og høvdu teir tá 82.000 pund. Annars hava teir frammanundan siglt inn við fullari last sjey túrar á rað.
Tá vit tosaðu við skiparan hendan túrin, Bethuel Johannesen, segði hann okkum, at hann roknaði við at teir fóru á leiðina við Sandoyarbankan og at roynt verður eftir longu og brosmu á djúpum sjógvi.
Skiparar á Klakki eru brøðrirnir Líggjas og Bethuel Johannesen.
Á veg út á Poll mátti Klakkur halda av fyri stóra farmaskipinum Green Italia, ið júst kom úr Norðhavnini, eftir at hava verið og tikið fiskavørur inn har. Bjargingarbáturin Ziska sæst við síðuna á Green Italia á myndunum og orsøkin er, at Jógvan Ziska frá Klaksvíkar Havn er umborð á Green Italia, sum loðsur.




