Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein góð TF Vetrarkapping 2014/15 er endað

John William Joensen

TF Vetrarkappingin 2014/15 endaði næstsíðsta leygardag, tá Roysnið skipaði fyri árligu Várkappingini, sum samstundis var FM á 10 kilometrum. Rebekka Fuglø bleiv føroyameistari hjá kvinnunum og Julian Gregersen bleiv nummar trý hjá monnunum.

 
Rebekka bleiv føroyameistari og samlaður vinnari av Vetrarkappingini

Luttøkan og spenningurin í Vetrarkappingini hevur ongantíð verið størri enn í hesari. Íalt er eru átta umfør runnin. Runt Agnið á Toftum, Kerjarenning í Havn, á Argjahamri, í Sørvági, í Hoydølum, á Fossánesi, í Trongisvági og Runavík. Vinnarin fær 50 stig, nr. 2 fær 47 stig, nr. 3 fær 45 stig, nr. 4 fær 43 stig, nr. 5 fær 41 stig, nr. 6 fær 40 stig og so 39, 38, 37 osv. Í samlaðu støðuni telja fimm tey bestu umførini hjá hvørjum einstøkum rennara og harumframt verða latin ávikavist 1, 2 og 3 bonusstig fyri at hava luttikið í 6, 7 og 8 umførum.

 
Julian Gregersen, sum bleiv nr. 2 í mansunglingabólkinum, og Jan Elmar Sørensen hava runnið sera væl allan vetur

Treysti hevur altíð roynst væl í Vetrarkappingini, og soleiðis hevur eisini verið í hesari. Hóast sigrarnir hava verið færri, so er góðskan á íðkarunum sera góð og sær framtíðin ljós út. Treysti hevur altíð havt trúfastar rennarar við í Vetrarkappingini, og soleiðis var eisini í vetur.

 
Maria Biskopstø vann gentubólkin Gunnar Sivertsen vann dreingjabólkin

Í samlaðu TF-Vetrarkappingi bleiv tað til tríggjar sigrar. Rebekku Fuglø vann í opna kvinnubólkinum, Maria Biskopstø í gentubólkinum og Gunnar Sivertsen í dreingjabólkinum. 

 
Oddvør Josephsen Guttorm Sørensen

Harumframt bleiv tað til eitt annaðpláss til Julian Gregersen í mansunglingabólkinum, Guttorm Sørensen í veteranbólkinum og Oddvør Josephsen í gentubólkinum og so tvey triðjapláss til ávikavist Gunnar Simonsen í superveteranbólkinum og Elin Kristinu Ryan í gentubólkinum. 

  
Gunnar Simonsen Elin Kristina Ryan

Undan seinasta umfarinum var spenningur í fleiri bólkum og hendu onkrar óvæntaðar broytingar eftir seinasta umfar.

Íalt bleiv talan um 18 gull-, 21 silvur- og 14 bronsuheiðursmerkir í teimum átta umførunum, og harumframt vann mansliðið við Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen og Guttorm Sørensen, silvur.

(allar myndirnar omanfyri hevur Jóannes Poulsen tikið)

 
Oddvør, Maria og Elin Kristina Liðkapping: nr. 2 Treysti, nr. 1 Bragdið og nr. 3 Roysnið 

(hesar báðar niðastu myndirnar hevur Helgi Johannesen tikið)