Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein góður dagur endar við fótbólti

Danial Viðoy

Útisetalív: Hjá nøkrum útisetum endar ein góður dagur við fótbólti; ávikavist á skíggja ella við sjálv/ur at íðka ítróttina. ÍF-Føroyar, sum fyri kortum fylti 75 ár, stendur í føgrum blóma. Trý manslið og eitt konufólkalið eru partur av felagnum. Í kvøld vandu menninir.

Keypmannahavn: Ja, veðrið var saktans til eina fótbóltsvenjing í kvøld. Christian Høgni Jacobsen, sum er venjari hjá 1. liðnum, stóð fyri venjingini í kvøld.

Talan er annars um sera væl blandaðar leikarar í felagnum. Leikarar úr HB, B36, NSÍ, EB/S, KÍ og vit kundu hildið á.

Tað er altíð sera tøtt kapping millum teir yngru og teir eldru leikararnar í felagnum. Lið verða aloftast flokkað í lið mannað við eldri og lið mannað við yngru leikarum.

Tað var tætt í kvøld, men endin var at teir gomlu stóðu við yvirlutan, tá ið leikur var av.

Les eisini:

BØRNINI SPÆLA – PÁPARNIR SNAKKA UM SEYÐ

HVAT SKULU VIT GERA VIÐ EB/STREYM?

KAFFI OG BANANKAKA

MYNDASAVN: ÓJAVNT ER BÝTT