Seinastu dagarnar hevur kavin ligið um oyggjarnar, og boðað varð frá, at kavin fór at vera liggjandi nakað afturat. Tí varð í vikuni avgjørt, at fríggjadagin skuldu næmingarnir koma í skúla kl. 8, sum vanligt, og at kl. 10 skuldi allur skúlin fara út í góða kavaveðrið.
Boðað varð frá hesum í góðari tíð, og næmingarnir komu væl ílatnir í skúla. Flokkarnir fóru ymsastaðni í býnum at spæla.
Kl. 11 varð bjóðað til heitt kaka, og síðani fór skúlin í vikuskifti.
























