Summar Festivalurin 2014 fekk eisin ein enda, ein góðan enda. Tað bleiv ongantíð tað nógva regnið, sum nøkur høvdu roknað við. Tað dropaði av og til, men onki merkisvert. Ið hvussu er ikki nakað, sum mann tosar um í Klaksvík. Allir tríggir dagarnir vóru góðir, tí bæði tónleikarar og veðrið spældi við.

Tað verður trupult at velja eina góða konsert úr allari rúgvuni. Men hesin torir at siga, at av útlendsku nøvnunum toppaðu Twisted Sister hóskvøldið. Og skulu vit velja úr føroysku rúgvuni, so var konsertin við Eivør Pálsdóttir sera góð; ein av teimum bestu á Summar Festivalinum 2014.
Ein hin størsta upplivingin var, tá ið forsangarin í Grandma’s Basement handaði Hera av Kambsdali blusuna, har tað stóð á, at Grandma’s Basement elskar Hera. Heri hevur downssyndrom og er stórur GB-fjeppari. Tað var stuttligt at síggja ein so væl nøgdan og glaðan drong.
Leygardagurin hevði eisini nógv gott at bjóða. Sum so ofta, er hýrurin góður, og tað vísa niðanfyri standandi myndir: