Viðareiðis-tema: Kommunur kring landið bjóða ungum arbeiði í skúlafrítíðini. Viðareiðis Kommuna fer eisini at hava Ung í Arbeiði, longu um eina viku. Tey ungu skulu gera eina søguliga gøtu í stand til gagns fyri bygdafólkið og onnur, sum vitja bygdina.

Talan er í fyrstu syftu um at gera gøtu frá kirjuni og niðan á Brekkumørk. Skapilsi av gøtuni, sæst á einari av myndunum.
Í eini heildarætlan fyri hesa verkætlan, sum Elisabeth Nybo hevur lagt fram á kommunstýrisfundi, er ætlanin at gøtan skal náa heilt niðan í Garð.
Eisini verður kaðal lagdur í gøtuna til møguligt ljós í framtíðini.
Hetta er annars talan um eina søguliga gøtu fyri Viðareiðisbygd. ‘Uppi við Garð’ er elsti býlingur á Viðareiði. Tað er líkasum haðani at bygdin av fyrstantíð tók skap. M.a. er tað hendan gøtan, sum nú er í gerð, ið garðsfólk brúktu tá ið tey fóru til handils niðri á Brekkumørk og í kirkju sunnudagar.
Tað er eingin ivi um, at henda gøtan fer at geva eitt gott íkast til bygdina og bygdarfólkið. Møguliga fer hetta eisini at vera við til at styrkja vitanina hjá viðingum um forfedrar teirra.
Tað er kanska ein gongd leið fyrst at fáa tað upp at standa, sum fyrr hevur staðið, enn at byrja upp á nakað heilt nýtt.
Kommunumenninir seta líka gongd á arbeiðið, fáa tað tekniska upp á pláss, áðrenn tey ungu sleppa framat.