Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan frá Atlatnic Navigator í kvøld

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani vóru vit í samband við Leon Petersen, skipara á Atlantic Navigator. Heilsa heima og sig, at vit hava tað øll gott.

Atlantic Navigator hevur síðani hann fór til fiskiskap, roynt í ein landnyrðing ella har á leið, úr Fugloynni, í kvøld er skipið beint norðanfyri og er á veg til eitt øki vestur úr Mikinesi. Vit stríðast í løtuni við at fáa allar stýringarnar at virka saman á fabrikkini og tað sýnist at taka sína tíð. Tað vit hava fingið higartil er malið til mjøl, men tá vit sleptu eystanfyri sýntist fabrikkin at vera komin nærri eini loysn, og vit rokna við at fáa alt upp á pláss um stutta tíð. Skipið uppførir seg væl, hóast Næraberg var lagaligari at vera umborð tí hann var linari í sjónum enn hesin, men ongin ivi er um, at vit hava fingið eitt munandi tryggari skip.

Harleyfacadeacryl