Nú eru vit á veg inn til Honningsvåg at bunkra og verða inni kl. 14.00, sigur manningin á Skálabergi.
Sum sæst á webcam hjá Skálabergi, so er veðri gott har á leiðini og í lítlari heilsan ímorgun siga teir við Norðlýsið: Nú eru vit á veg inn til Honningsvåg at bunkra og verða inni kl. 14.00, fara út aftur umleið kl. 19.00 í kvøld.
Vit hava roynt uppi við Bjarnoynna og fiskaríið hevur verið gott, nú er kvotan liðug har og vit hava 335 tons í lastini…
Frá JFK-Trol frætta vit, at Skálaberg fer helst út aftur at fiska í einar 14 dagar afturat áðrenn teir aftur venda stevninum hendavegin.




