Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilt serligur bilur

John William Joensen

verður til sølu á Jólamarknaðinum, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar fyri í KÌ-høllini 10. desember

Tað er ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður at hetta uttan iva er ein av snøggastu bilum í landinum og eigarin, Hans Elmar Poulsen, fer at selja hann í samband við Jólamarknaðin, sum verður í KÍ høllini 10. desember 



Um bilin

Talan er um Bentley S II, frá 1961. 



Hans Elmar Poulsen keypti bilin úr Danmark í oktober mánaða 2005. 



Hann hevur 8 sylindarar og umleið 200 HK og hevur automatisk gear. 



Hann er í seragóðum standi og sera snøggu innan, við rættuligari salong. 



Bilfjepparar vilja vera við at hetta er vakrasta sniðið sum er gjørt av Bentley. 



Jólamarknaðurin

Á Jólamarknaðinum í KÌ høllini verður ymiskt á skránni. M.a. uppisøla av bilum, málningum og antik innbúgvi. 



Eisini verður jólahugni i Café KÍ. 



Yvirskotið frá jólasøluni fer til ungdómsarbeiði hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.



Fram til 10.desember er bilurin at síggja í framsýningarhølinum á bilverkstaðnum hjá John Heinesen.