Eg eri sera ivasamur um nøkur sparing verður við at flyta Toll og skatt til Gøtu. Men stovnurin verður kortini í økinum, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður.
Undir viðgerðini av fyrispurningi hjá Bill Justinussen, fíltist Jógvan við keldu á, at hetta var ein løgin niðurstøða, sum landsstýrismaðurin var komin til í samband við at flyta Toll og skatt til Gøtu.
Á Toll og Skatt í Klaskvík arbeiða umleið 14 fólk og í Runavík 20 fólk. Vit skulu minnast til, at bæði Runavík og Klaksvík eru tvey vakstrarøki og tí áttu hesar báðar deildirnar hjá Toll og skatt at verið útbygdar.
Í Klaksvík eigur landið ein bygning, sum hevur kostað umleið 11 milliónir íalt og var heilt natúrligt at hesin bygningur hýsti framhaldandi skattadeildini. Tí havi eg gjørt vart við, bæði meðan eg sat í landsstýrinum og nú fyrispurningurin var til viðgerðar, at eg skiljið ikki hví vit nú skulu til at seta pening aftur í nýíløgur í ein annan bygning í Gøtu.
Tað stutta og tað langa í hesum, sigur Jógvan við Keldu er, at hann hevur ikki og hevur ikki havt nakra sterka meining um hetta at deildin kemur at liggja í økinum, og hann gongur inn fyri størri umsitingarligum økjum, so tykist hetta vera ein løgin niðurstøða, at fara úr einum bygningi sum landið eigur fyri at byggja ein nýggjan 10 minuttir frá.
Sagt verður, at upp á longri sigt kunnu sparast 3-5 milliónur krónur, men hesa sparing trýr løgtingsmaðurin onki uppá, tí vit kenna at tað koma alla tíðina broytingar, sum sum oftast kosta meira enn fyrimunirnir.




