Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein hugnalig kvøldseta hjá Javnaðarflokkinum

Danial Viðoy

Í gjárkvøldið var hugnaligt tiltak í Spaniastovu, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri. Fyrireikararnir eru væl nøgdir, tí tað eydnaðist væl og nógv fólk møttu.

Í gjárkvøldið var hugnaligt tiltak í Spaniastovu, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri. Fyrireikararnir eru væl nøgdir, tí tað eydnaðist væl og nógv fólk møttu.

Á skránni var bæði skemt, tónleikur og politikkur. Umframt hetta var ábit og drekkandi at fáa. Blíðskapurin vantaði ikki.

Byrjað varð klokkan 20.00, tá ið Tummas Lervig beyð vælkomin. Síðani hevði Eyðgunn Samuelsen eina alternativa framløgu, røðu, frágreiðing, ella hvat vit vilja kalla. Hon legði doyin á, “Hví Javnaðarflokkurin er kul.”

Aksel V. Johannesen greiddi stutt frá um Javnaðarfloksins avbjóðingar í dag og Sjúrður Skaale tosaði um “hví tjóðskaparkenslan framvegis er modernað”. Eisini slapp John av Reyni, formaður í SU, at greiða frá teirra virksemi.

Umframt felagssang, framførdu Karl Martin og Co. og ársins nýbrot 2012, Hans Andrias Jacobsen.

Kvøldsetan endaði við einum væleydnaðum undirhaldi frá teimum báðum fesku Jákup Bernhardi og Høgna.