Nú undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð er farin ígongd og tíðin nærkast til Klaksvík hevur fast samband við føroyska meginlandið, setir hetta stór krøv til okkara kommunu.
Líka síðani vit brendu fingrarnar av kreppuni í 90-unum, hava kommunupolitikarar hildið fast um, at kommunan ístaðin fyri at lána pening, skal gjalda skuldina burtur.
Aftaná villu 80 árini og síðani kreppuna í 90-unum var kommunuskuldin í Klaksvík stór. Men dúgliga hevur verið goldið niður hesi seinnu árini og um vit framroknað hetta árið út, so verður roknað við at kommunuskuldin tá er komin niður á umleið 60 milliónir ella eina góða hálva álíkning um inntøkurnar hetta árið út halda sær nøkunlunda á tí støði tær eru nú.
Men kommunan hevur fleiri stórmál fyri framman, sum kosta nógvan pening. So stórar íløgur, at skulu bert nakrar av teimum standa liðnar tá undirsjóvartunnilin er veruleiki, so verður neyðugt við lántøku.
Sum skilst, so hevur kommunan møguleika fyri at lána 40 milliónir uttan at spyrja landsstýrið fyrst, men tá er lánibyrðan komin upp á aftur eina skattaálíkning og tá er ikki møguligt at fara longur við lántøku.
Hóast tað kanska ljóðar løgið, so eru røddir frammi í býráðnum um at hækka skattaprosentið fyri at kommunan skal kunna fíggja ein part av íløgunum sjálv.
Um tað er rætt, at kommunan fer undir lántøku nú, skal støða ikki takast til her, men búskaparfrøðingar hava fleiri ferðir víst á, at í ringum tíðum eigur tað almenna at seta arbeiði ígongd fyri at halda fólk í arbeiði ímeðan tað almenna hinvegin eigur at halda aftur í góðum tíðum.
Hetta er helst rætt, men av royndum vita vit, at tað í praksis mangan hevur verið trupult at halda politikararnar til hesar meginreglur.
Íløgurnar, sum kommunan fer at gera komandi árini verða íløgur í framtíðina, um tað fer at loysa seg og koma samfelagnum til góða mugu vit so bert vóna.




