Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein ítróttarvetur burturav

John William Joensen

Tað hevur rættuliga bragdað hjá vetrarítróttini í Klaksvík. Klaksvíkar Talvfelag kann breggja sær av føroyameistaraheiti, tað sama kann Mjølnir enntá bæði í mannfólkadeildini og kvinnudeildini.

Billardfelagið stendur í løtuni til at vinna alt sum vinnast kann í teirra grein. Fremsta liðið hjá Stjørnuni skal leika lagnudyst um vikuskiftið og gongur tað væl, so kunnu tær gerast føroyameistarar, umframt at tær frammanundan eru steypavinnarar.
Vit hava júst sett hol á kappingarnar hjá summarítróttini. Hvussu tað fer at gangast KÍ, kappróðrinum, renningini og øðrum skulu vit ikki spáa nakað sum helst um á hesum sinni. Men vit vita tó at Klaksvíkar Ítróttarfelag fyllir 100 ár í ár og at onki er at ivast í at felagið fer at royna tað, sum stendur til teirra eisini at vinna nøkur meistaraheiti.
Allan vetur hevur KÍ við heppnari hond lagt eitt grundarlag til komandi kappingarár. Helst ongantíð áður hava karmarnir um fótbóltin verið betri enn nú, so eftir er bert at vóna, at vit eisini fara at síggja úrslit á vølli.
Sum eina upptakt uppá fótbóltin í summar, fer Norðlýsið saman við KÍ at koma í hvørt hús í Norðoyggjum komandi fríggjadag. Tað var nevniliga sigur, at KÍ fyri árum síðani gav út eina ávís við kappingarbyrjan. Avgjørt er at taka hendan táttin uppaftur, tó verður hetta í ár skipað á tann hátt, at Norðlýsið og KÍ-tíðindi vera eitt og sama blað. Fótbóltsáhugað kunnu tí vænta sær nógv ymiskt um fótbólt í Norðoyggjum í komandi Norðlýsið.
Samstundis verður blaðið í komandi viku eitt gott høvi hjá handlum og fyritøkum í Norðoyggjum at lýsa í Norðlýsinum, tí saman við blaðnum verða lýsingarnar sjálvandi bornar í hvønn krók í Norðoyggjum samstundis.
Vit heita tí á tey, ið ætla sær at lýsa í Norðlýsinum í komandi viku, um at handa okkum tilfarið í so góðari tíð sum gjørligt og í seinasta lagið týsdagin í komandi viku.