Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein jólaheilsan

John William Joensen

Aftur eitt ár er runnið, síðani vit ynsktu hvør øðrum gleðili jól. Hjá summum hevur árið roynst væl, og fyri onnur kundi tað verið betur.

Fleiri hava havt onkra gleðiliga hending í sínum lívi í skjótt farna ári, og fleiri hava mist onkran av sínum kæru. Nógv verður hugsað um tey, serliga nú jólahøgtíðin stendur fyri durum. Símun av Skarði sigur so vakurt í einum jólasálmi: "Ja, Jesus fer í smáttuna inn, blíð orð hann við gomul talar, hann klappar bleiku barnakinn, av himni tá gleðin dalar." Hetta skal verða mín heilsan til tykkum, ið hava mist ein av sínum kæru.
Fyri Klaksvíkar Kommunu hevur árið roynst bara væl. Hóast okkurt av teimum stóru arbeiðsplássunum hevur ligið stilt, so hava hini arbeiðsplássini havt nóg mikið at gera. Vit vita av royndum, at vit í Klaksvík eru so sárbær um fiskaríið ella fiskaprísurin ikki er í lagi, men vit hava altíð fótað okkum aftur.
Í 2005 hevur góðshavnin í Ánunum staðið í gerð, og nú um dagarnar kom so eitt av heimsins størstu fiskiskipum, KG 14, og legði at bryggju har, áðrenn farið varð til fiskiskap. Hetta kunnu vit gleðast um. Í 2006 verður havnin í Ánunum liðug, og vit seta stórar vónir til havnina og vænta nógv virksemi har.
Eisini kunnu vit gleðast um, at alivinnan væntandi kemur í gongd aftur her norðuri til várs, og fer hetta eisini at skapa økt virksemi aftur í kommununi.
Nógv byggivirksemi hevur eisini verið í Klaksvík í 2005. Ídnaðarøkið er um at verða liðugt bygt, og nógv spennandi virksemi er komið í gongd har. Stórur tørvur verður eisini á byggivinnuni í Klaksvík í 2006. Barnagarðurin á Traðargøtu verður bygdur. Skúlin við Ósánna verður útbygdur, projekterað verður fyrst í komandi ári, og spakin settur í so skjótt sum gjørligt. Skúlin á Ziskatrøð skal eisini byggjast út, og skal 2006 brúkast til projektering og eisini til nakrar neyðugar umvælingar.
Stórur tørvur er á grundøkjum til sethús í Klaksvík, og tí verður eisini arbeitt við at gera útstykkingar í 2006, so nøkur, sum nú eru á bíðilista, kunnu fáa sítt grundstykki.
Virkishúsið fyri ung er ein spennandi verkætlan, sum skal koma ungdóminum til góðar. Væntandi letur húsið upp í februar 2006, og eg veit, at rættuliga nógv ung gleða seg. Eg ynski húsinum og virkseminum har blíðan byr.
Tann størsta hendingin í 2006 verður helst tá Norðoyatunnilin letur upp fyri ferðslu. Hetta fer at geva okkum nógvar møguleikar á øllum økjum, og eiga vit at gleða okkum og taka avbjóðingarnar á ein positivan hátt.
Nú havi eg reikað eitt sindur og nomið við 2005 og 2006. Hetta kann tykjast, sum at alt er so gott, tó eg ivist ikki í, at onkur heldur, at okkurt kundi verið betri. Mítt jóla- og nýggjársynski skal tí verða, at vit í Klaksvíkar Kommunu standa væl saman í komandi tíðum, so skulu vit eisini klára at taka tey tøk, ið skulu til fyri at skapa eina góða framtíð fyri okkum øll.
Henda jólaheilsan fer til Trøllanesar, Mikladals, Árnafjarðar, Norðoyrar og annars øll í Klaksvíkar Kommunu. Við ynskjum um eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi tíðum.

Jórun Høgnesen
Forkvinna í sosialu nevnd Klaksvíkar Býráðs.

Harleyfacadeacryl