Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein klassikari komin til nútíðina

Jóhann Lützen

Fyrsta soloútgávan hjá Steintóri Rasmussen, Millum Frændur frá 1989, kann nú endliga hoyrast á stroymingtænastum

 

Á Millum Frændur finnur tú millum annað væl umtóktu sangirnar Heimstaðin og Rósa, men eisini barnaklassiskan Karin, sum Hanus G. sáli gjørdi lagið til.

Síðsta mána bleiv Kærleikans Vallaraheim eisini tøk á stroymingtænastum.

Steintór er upphavsmaður til bæði Frændur og Kular Røtur, sum fleiri ættarlið av føroyingum hava sungið við til. Sum sangskrivari er hann, sum fáur, komin runt tað nógva í lívinum við sínum mongum sigandi sangtekstum.

Lurta eftir Millum Frændur

Harleywoodpaint