sigur formaðurin í KÍ, sum í gjárakvøldi bjóðaði limum til fundar, um framtíðina hjá KÍ høllini.
Formaðurin í Klakvíkar Ítróttarfelag, Gestur Hovgaard, sigur at hóast fundurin ikki kom til nakra niðurstøðu, so var talan um ein konstruktivan fund.
– Klaksvíkar Ítróttarfelag er jú bæði fótbóltur og hondbóltur, og tí er tað umráðandi at báðir partar draga somu línu í hesum avgerandi málið.
– Á fundinum løgdu vit fram eina fyribilsavtalu, sum starvsnevndin hevur gjørt við kommununa.
– Innihaldið í hesum uppskotinum er í stuttum at KÍ selur høllina til býráðið og samstundis ger avtalu um at felagið framhaldandi, í eitt ávíst áramál, sleppur at húsast í norðara endanum av KÍ høllini, fyri eitt avtalað leigugjald.
Nýggjur fundur
Gestur Hovgaard sigur at kjakið á fundinum til tíðir var sera hart, men samanumtikið konstruktivt.
– Tað er eingin ivi um at hetta er eitt sera týðandi mál fyri felagið og tí var avgjørt at niðurleggja fundin so partarnir høvdu møguleika at tosað saman innanhýsis um ymiskt sum spurnartekin var sett við. Hósdagin verður so aftur fundur og tá verður so ein niðurstøða gjørd.




