Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, er komin á listan hjá Fólkaflokkinum
– Eg havi stillað upp til býráði tvær ferðir og havi altíð havt stóran áhugað fyri politikki – og síggi núverandi løgtingsval sum ein góðan møguleika at gera seg galdandi.
– Hjá mær eru tað skúlaøkið, eldraøkið, vinnan og heilsuøkið sum liggja nærmast hjartanum, segði Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen í stuttari viðmerking til Norðlýsið.
——
Elsebeth er fødd og uppvaksin í Klaksvík.
Hon hevur starvast sum løgreglukvinna í Føroyum síðan 1988.
Í 1991 giftist hon við Finn Hansen og eiga tey børnini Ellinor, Karl og Matilda.




