Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein leiðsla kann vera byrjanin til endan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Jákup Ósá

– Eg dugi ikki at síggja, hvat verður betri av at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við in.fo

Í morgun var fundur í Heilsumálaráðnum, har umboð fyri allar flokkar, umframt landslæknin, stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tosaðu um møguleikarnar fyri at leggja øll tey trý sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu. Hetta er í samsvari við menningarætlanina fyri Heilsuverkið, sum varð løgd í summar.

Heri Ellingsgaard var sjálvur við í arbeiðnum at gera menningarætlanina, men tað var ein avmarkaður verkætlanarbólkur, sum skrivaði tilmælini í sjálvari menningarætlanini útfrá teimum samrøðum, sum høvdu verið í arbeiðsbólkinum. Heri Ellingsgaard var ikki við í verkætlanarbólkinum, sum skrivaði tilmælini í menningarætlanini, og hann vil heldur ikki kennast við tilmælið um at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Tað ger hann ikki, tí hann er ímóti, at øll sjúkrahúsini verða løgd undir eina leiðslu.

Les alla greinina HER