Klaksvíkar Fimleikarfelag skipaði fyri stórslidnari fimleikaframsýning í dag
Ikki kann annað sigast enn at ítróttar vitin, skínur bjartur í Norðoyggjum, og nú Stjørnan endaði við at vinna alt innan hondbólt, kom Fimleikarfelagið við einar stórslidnari og livandi fimleikarframsýning.
Luttakararnir vóru úr 1. flokki upp í 10. flokk og tað var ein fragd at síggja hvussu væl tey dugdu og hvussu væl tey ungu vóru vand.
Fyrst var innmarsjur har við horntónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri sum hevði vitjan av hornleikarum úr Nuuk í Grønlandi.
Eftir at Merkið hevði heilsað og tjóðsangurin sungin, var fari í holt við sjálva fimleikarframsýningina.
Vit skulu bert taka samanum og siga at alt var væl úr hondum greitt.
Frá yngst til elst gekk alt sera væl. Frá tí estetiska til teir fimastu dreingirnar – alt gekk upp í eina hægri eind.




