Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein lygn hjá Astrup

John William Joensen

Jógvan Páll Lassen, advokatur: Eg haldi at Astrup skal forklara hvussu eitt felag við 2 mia. í kontantum partapeningi 30. sept kl. 23:59 – yvirtøkutíðspunktið í avtalunu sum nýggji Eik (FS) gjørdi við gamla Eik -, og sum aftaná hevur eitt tap uppá 514 mio, og har eginognin minkar við somu upphædd, ikki er eitt tap í nýggja Eik.

Eg haldi at Astrup skal forklara hvussu eitt felag við 2 mia. í kontantum partapeningi 30. sept kl 23 59 – yvirtøkutíðspunktið í avtalunu sum nýggji Eik (FS) gjørdi við gamla Eik -, og sum aftaná hevur eitt tap uppá 514 mio, og har eginognin minkar við somu upphædd, ikki er eitt tap í nýggja Eik.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, viðmerkir umvegis facebook:

Seinni var tapið uppaftur størri! Um skattalógin ikki er galdandi á hesum øki, hvar stendur so tað?

Astrup roynir at billa Sosialinum og KVF inn at eitt millumrúm var millum gamla Eik og nýggja har eitt tap er staðfest, men tað er bara ein lygn frá Astrup.

Gamli Eik seldi øll aktiv og øll passiv til nýggja eik fyri 0 kr – 11 mia. í aktiv og 11 mia. í passiv, og tað felagið hevði hesar 2 mia. í partapeningi. Sjálvur haldi eg at hetta er eitt skattamessigt tap og ikki good will.

Annars var Astrup ikki blankur fyri sum stjóri í Føroya Banka sjálvur at brúka tey tap sum vóru í bankanum, og sum Føroya Landsstýri hevði goldið inn fyri at dekka tap, til at trekkja frá skattliga og við tí skattaprosenti, sum tá var galdandi fyri feløg kostaði tað landskassanum lutfallsliga nógv meir.

Men vertin á tað, tað vóru bara pengar hjá føroyingum og føroyingar høvdu sjálvir feilin.