Fólk eru farin at ótolnast eftir ambitiøsu bústaðarpolitisku ætlanini hjá samgonguni, og ivi hevur verið sáddur um bústaðarmál yvirhøvur eiga nakran góðan í politisku skipanini.
Teimum vil eg boða frá, at bústaðarpakkin enn hevur sera høga raðfesting bæði hjá mær, í landsstýrinum og samgongu. Pakkin er samansettur av íalt seks lógum og lógarbroytingum, harav tvær longu eru samtyktar, aðrar tvær liggja í Tinginum í løtuni, og tvær eru ávegis.
Onnur av teimum er nýggja leigulógin, ið hevur sum mál at fáa skipað leigumarknaðin við greiðum rættindum til leigara og útleigara, er til hoyringar í løtuni og verður ætlandi borin í Løgtingið fyri jól.
Lutaíbúðarlógin
Síðsti luturin í bústaðarpolitisku ætlanini hjá samgonguni er lógin um lutaíbúðir. Lógaruppskotið, ið varð lagt fyri Løgtingið í vár, hevði til endamáls at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð á føroyska bústaðamarknaðinum við at fyrsta sinni at gera tað møguligt at fyriskipa bygging av lutaíbúðum í Føroyum. Lógin skuldi vera karmur um vanlig lutaíbúðarfeløg, ið virka á vanliga bústaðamarknaðinum og serstøk lutaíbúðarfeløg, ið standa fyri bústøðum til fólk við serligum tørvi.
Uttan at fara í smálutir, so vísti viðgerðin í Løgtinginum, at fleiri grundleggjandi broytingar skuldu gerast, áðrenn Løgtingið kundi taka undir við uppskotinum. Bæði Trivnaðarnevnd og umsitingin í Løgtinginum vístu á veikleikar við uppskotinum – og serliga til partin um vanligar lutaíbúðir.
Eitt nú tók lógaruppskotið ikki í nóg stóran mun støði í verandi bústaðarmarknað, m.a. teir møguleikar, sum í dag vera nýttir sum eitt slag av lutaíbúðum og lutaíbúðarfeløgum. Víst var eisini á ógreiðu rættarstøðuna hjá keypara og somuleiðis vóru onnur løgfrøðilig ivamál, ið greiða mátti fáast á.
Serstakar lutaíbúðir
Eg havi tikið hesar viðmerkingar í størsta álvara. Og tí havi eg ikki vilja skundað málið í gjøgnum, fyrr enn eg fekk vissu fyri, at lógin um lutaíbúðir veruliga nøktaði tí tørvi, sum er á alternativum bústøðum í samfelagi okkara.
Trotið á hóskandi bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi til bústaðin, er vorðið alsamt størri hesi seinnu árini og kanska serstakliga fyri menningartarnaðum, sálarsjúkum, fólki við lættari ellisbreki og rørslutarnaðum er tørvurin á hóskandi bústøðum serliga stórur.
Tí havi eg valt at broyta tilgongdina við lutaíbúðum. Heldur enn at loysa allar trupulleikarnar á bústaðarøkinum í einari og somu lóg, so havi eg valt at møta hesar avbjóðingar stig fyri stig. Í løtuni tillaga vit í Almannamálaráðnum lutaíbúðarlógina soleiðis, at lógin, miðvíst bøtur um bústaðarmøguleikarnar hjá fólkum við serligum tørvi. Uppskotið miðar ímóti at skapa karmar fyri vardum bústøðum til fólk við serligum tørvi og verður lógaruppskot sent til hoyringar fyrst í komandi ári.
Serstakar lutaíbúðir eru ikki bústovnar, men karmar um vardar bústaðir. Ætlanin er at hesir verða riknir sambært forsorgarlógini og tað merkir, at landið fíggjar allan tann raksturin, sum ikki hevur beinleiðis við búeindirnar at gera, t.v.s. fyrst og fremst starvsfólkapartin.
Byggiverkætlanir við serstøkum lutaíbúðum verða skipaðar í sjálvstøðugar búeindir, ið hava allar neyðugar hentleikar. Hartil hoyrir eitt felagsøki við ymiskum fasilitetum. Hetta fevnir m.a. um hølir til starvsfólk og hølir til ymisk ítriv hjá búfólkunum.
Sum frá líður skulu vardu bústaðirnir avloysa tey núverandi sambýlini á eldraøkinum og hjá serforsorgini, sum húsast í umbygdum sethúsum.
Ætlanin er, at fíggingin skal kunna setast saman av innskotum, lagaligari fígging frá Húsalánsgrunninum og vanligari lántøku úr peningastovnum.
Annað stig
Hóast hesa raðfesting, so eri eg fullgreið yvir, at sera stórur tørvur er á alternativum bústøðum til ung sum tilkomin, sum annaðhvørt seta búgv á fyrsta sinni, ella ynskja at skifta ein størri bústað um við ein minni. Tí er neyðugt við nýggjari lóggávu, ið hevur sum endamál at økja um útboðið á bústøðum, sum eru minni enn sethús í vavi, og samstundis ikki hava eins stóran etableringskostnað við sær. Á henda hátt verður skapt ein ringrás, har tann verandi bústaðarmassin verður betur gagnnýttur, enn hann er í dag.
So skjótt sum uppskotið um serstakar lutaíbúðir er framleitt, verður farið undir aftur at viðgera hvussu vit kunnu bøta um hesi bústaðarviðurskifti, soleiðis sum ætlanin var við lógini um vanlig lutaíbúðarfeløg.
Sandavágur 7. desember 2009
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Fakta
Í samgonguskjalinum stendur: “Bústaðarpolitiska ætlanin hjá ABC-samgonguni verður framd. Tað snýr seg um lutaíbúðalóg við tilknýttum broytingum í mvg-lóg og rentustuðulslóg, leigulóg við tilknýttum broytingum í skatting av leiguinntøkum og umskipan av Húsalánsgrunninum




