Um níggju tíðina í morgun, fóru vit við myndatóli og upptøkutóli við Ziska. Leiðin gekk fyrst til Syðradals og síðani á Blankskála. Ørindini vóru, at avdúka plátuna um fornu bygdina. Borgarstjórin á Husum og Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali báðir, skuldu standa fyri sjálvari avdúkingini.
Sum flestu munnu vita, so var skipað fyri gongutúri av Syðradali og á Blankskála, ein túrur, sum tekur umleið hálvan triðja tíma.
Vit fáu, som vóru við Ziska, fingu ein annarleiðis túr fram við sjóvarmálanum allan vegin. Eg var so heppin, at Erik Eliasen, bóndi á Syðradali greiddi mær frá allan vegin. Hann kendi at kalla hvørja steinpirru í fjørðu og í haga.
Vit høvdu sjálvandi góðar stundir á Blankskála, ímeðan vit bíðaðu eftir gongufólkinum. Eg fór eitt sindur niðan frá, hugsaði um reiður, egg og ungar, men eg gekk meg bert framá ævir, ið lógu á ella vóru farnar av reiðrinum. Men nógvur másafuglur og ikki sørt av heiðafugli var at síggja. Fram við strondini var nógv rita at síggja.
Tá so gongufólkið kom, fingu tey tíð at seta seg niður og at eta matpakkan. Áðrenn avdúkingina var byrjað við bøn, Magni Garðalíð hevði síðani eina góða røðu og síðani Bjørn Kalsø. Plátan, ið sett er upp er gjørd úr føroyskum gróti á Grótvirkinum í Skopun.
Gott og væl 200 fólk mundu vera á Blankskála í dag. Veðrið var av tí allar besta og vit sum við vóru fingu sera nágreiniliga kunning. Aftaná vóru vit sigld til Syðradals, har Húsa Kommuna bjóðaði suppu.




