Í dag varð skipað fyri almennum fundi á skúlanum á Fossanesi, ið peikaði á tørvin at fáa nýggjar Tunlar Norður um Fjall sum skjótast. Hóast ikki so nógv nýtt kom fram á fundinum, var hetta ein neyðugur almennur fundur.
Í dag varð skipað fyri almennum fundi á skúlanum á Fossanesi, ið peikaði á tørvin at fáa nýggjar Tunlar Norður um Fjall sum skjótast. Hóast ikki so nógv nýtt kom fram á fundinum, var hetta ein neyðugur almennur fundur.
Fólk vóru væl møtt og er tað tekin um, at tað eru tey allarflestu, ið halda at tørvur er á nýggjum tunlum.
Við fundarbyrjan fekk Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, handa 2221 undirskriftir, ið vísa, at tørvur er á tunlunum sum skjótast.
Henrik Old takkaði fyri undirskriftirnar og segði millum annað, at 2221 undirskriftir vísa, at tað ikki bert eru fólk norðan fyri tunlarnir, ið halda at tað krevjast ein nútíðarhóskandi farleið.
Solby A. Christiansdóttir stýrdi pallborðinum, ið mannað varð við Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, Finni Hansen, tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum, Ewaldi Kjølbro, stjóri á Landsverk og Katrini Næs, borgarstjóri í Hvannasunds- og Norðdepils Kommunu. Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði, skuldi eftir røttum eisini vera á fundinum, men møtti ikki vegna forfall.
Øll høvdu sínar framløgur og landsstýrismaðurin slapp at taka saman um framløgurnar og kanska leggja eitt sindur afturat, áðrenn kjakið byrjaði. Fundarfólk tóku væl undir við fundinum og fleiri blandaðu seg upp í kjakið.
Nógv frammi var raðfestingin av Hvalbiar og Tunlunum Norður um Fjall. Viðareiðistunnilin var eisini tikin fram, og tóktist tað, at Viðareiðistunnilin ikki var góð raðfesting. Tí fyrrverandi ætlanin hevur lagt fram, at Tunlar Norður um Fjall skuldu vera tann fyrsta verkætlanin, síðani Hvalbiartunnilin og síðani Viðareiðistunnilin.
Tað er trupult at taka dagar í millum hvør týdningarmesta íløgan er. Men viðingar fegnast um, at Viðareiðistunnilin er í gerð og væntandi verður liðugur í komandi árið. Tí verandi farleið hjá viðingum er lívs hættislig, eins og hinar báðar farleiðirnar eisini eru tað.
Landsstýrismaðurin segði seg onki kunna lova, men ljóðaði tað í undirtónanum, at Hvalbiartunnilin fór at verða gjørdur áðrenn Tunlarnir Norður um Fjall.
Meira verður at lesa um hendan fundin í blaðnum fríggjadagin. Her eru nakrar myndir fyri fyrst:




