Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nøs meira ella minni

Helgi Abrahamsen

Í donskum fjølmiðlum frættist í gjár, at Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, hevði enn einaferð fingið “eina nøs”. Hetta er hansara triðja persónliga nøs, og tann fyrsta, sum er givin einum ráðharra í verandi stjórn. Men hvat er ein nøs?

Stutta svarið er, at tað er eitt skrivligt úttalilsi, sum finst at ella átalar eitt ella annað, sum ein ráðharri hevur gjørt.

Nasar hava ymiskar støddir

Onkuntíð kann talan veru um eina stóra nøs. Tá kann orðavalið vera “skarp påtale” ella “stærk kritik”. Aðrar tíðir kann talan vera um “bara” eina nøs.

Í Danmark eru tað fólkatingslimir, almennu grannskoðararnir ella Fólkatingsins Umboðsmaður, ið geva nasar.

Fær sjáldan avleiðingar

Ein nøs fær sjáldan politiskar ella juridiskar avleiðingar fyri ráðharran. Um meirilutin í Fólkatinginum heldur, at tað sum ráðharrin hevur gjørt skal hava avleiðingar, so kunnu tey ístaðin fyri at geva honum eina nøs, heldur reisa uppskot um misálit.

Uffe Ellemann-Jensen eigur metið

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen fekk ikki færri enn 80 nasar, ta tíðina hann var ráðharri. Tað hendi í sambandi við, at hann var ikki samdur við meirilutanum í Fólkatinginum viðvíkjandi Nato-samstarvinum. Tað góðtók hann als ikki, og hann valdi tí at kalla átalurnar fyri “heiðursnasar”.