Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nýggjur tilburður sunnudagin

Heilsumálaráðið

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 72.346 kanningar.

Millum tær 608 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin 17. august, varð ein tilburður staðfestur. 

Tilsamans hava 373 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Fýra fólk eru seinastu dagarnar staðfest frísk aftur, og sostatt eru tað nú í alt 229, sum eru staðfest frísk aftur. 

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.