Bar og Café Jacqson letur upp á Klaksvíksvegi í kvøld kl. 19.00. – Vit ætla at hetta skal vera staðið har fólk kunnu fáa eina hugnaliga hvíld frá dagliga meldrinum.
Bar og Café Jacqson letur upp á Klaksvíksvegi í kvøld kl. 19.00. – Vit ætla at hetta skal vera staðið har fólk kunnu fáa eina hugnaliga hvíld frá dagliga meldrinum.
Tað siga tey bæði Jacquelin Gardar og Lindi Gardar. Tey bæði eru móður og sonur, og tað verður Lindi Gardar, ið verður stjóri á fyritøkuni.
Í kvøld verður stóra móttøkan á Jacqson, og tá bjóða vit ókeypis kaffi við onkrum afturvið, til øll, sum vilja heilsa uppá okkum, sigur Lindi Gardar, sum umframt at vera stjóri í felagnum, eisini fer at hava dagligu leiðsluna um hendir.
Vit vænta nógv fólk á gátt í kvøld. Tað verður virkandi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, ið fer at klippa snórin og tað verður klokkan 19.00 stundisliga.
Annars er ætlanin hjá okkum er, at hetta skal vera ”rastiplássið” ella ”oasan” í býnum. Her skulu øll kunna koma til eina hugnaliga og róliga løtu. Tónleikatiltøkini, sum vera fyriskipaði her, eru meira bakgrundstónleikur og tílíkt sum hóskar til eina hugnaliga løtu, har kundar okkara kunnu hava eitt hugnaligt prát. Eisini hava vit hugsa um at hava onkrar fyrilestrar ella frásagnir frá pallinum. Tó, tá stórir fótbóltsdystir eru á skránni, tá hava vit møguleikar at vísa teir á stórskýggja.
Sigast má, at hølini hjá Jacqson eru sera hugnalig og forvitnislig. Uppi á vegginum hanga tvey petti at einum føroyskum róðrarbáti. Lindi Gardar sigur okkum, at hetta er ein bátur sum Kristoffer Klakkstein hevur átt, og at báturin hevur eina stolta søgu.
Tað er Ísak Johannesen, arkitektur, ið hevur staði fyri tí arkitektoniska og designinum á Jacqson. Hornið har pallurin er, er sera forvitnisliga samansett, og tað gevur nógv til eygað hjá teimum, sum velja sær at stytta sær stundir, fáa sær at eta, ella eitthvørt á drekka inni á Jacqson.
60 sitipláss eru á Jacqson, men hølini hava loyvi ti 150 fólk, so tá fótbóltsdystir ella eitthvørt tónleikatiltak er á skránni, so ber til at hava 150 fólk inni. Men, undirstrikar Lindi, hetta verður eitt meira dempað stað, vilja fólk hava buldur og brak, so verður tað ikki her.
Bar og Café Jacqson verður opin vanligar dagar frá 11 til 23. Fríggjadag verður opið frá 11 til 02, Leygardag frá 11 til 04 og Sunnudag frá 14 til 11.
Skráin fyri komandi fríggjakvøld og leygarkvøld er løgd, fríggjakvøldið spælir Hanus G. Johansen, kendi klaksvíkingurin, sum fekk fyrstu Nólsoyar Pálls heiðurslønina frá Mentanargrunninum í Klaksvik. Hanus spælir frá kl. 23.30 til 02.00. Leygarkvøldið spæla Alvilda Mørkøre, Jón Mørkøre og Jógvan Fróðin Baldvinsson.
Øll eru hjartaliga vælkomin in á gólvið, skulu vit heilsa og siga!!!




