Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein øðrvísi gerandisdagur er byrjaður

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Tað er ein annarleiðis dámur í Keypmannahavn í morgun. Andlitini eru álvarsamari, men andlitini virðismeta eisini lívið, sum nú hevur fingið eina aðra síðu. Yvirgangur er ikki longur ein teoretiskur møguleiki, men ein veruleiki. Tað merkist.

Keypmannahavn: Tað er ein annarleiðis dámur í Keypmannahavn í morgun. Andlitini eru álvarsamari, men andlitini virðismeta eisini lívið, sum nú hevur fingið eina aðra síðu. Yvirgangur er ikki longur ein teoretiskur møguleiki, men ein veruleiki. Tað merkist.

Huglagið í Keypmannahavn í morgun: Undirritaði hevur í morgun ferðast frá hálvføroyska Oyrasundskollegiinum við metro út á Frederiksberg. Hetta hevði eisini við sær, at steðgað var við Nørreport, sum hevur verið ein hóttur staður um vikuskiftið.

Men danskir borgarar lata ikki ráma vikuskiftið órógva gerandisligu rútmurnar. Arbeiði og skúli skulu passast, gerandisdagurin má ikki steðga.

Men undirritaði skal erliga viðganga, at túrurin við metro’ini var eitt sindur annarleiðis enn nógvir aðrir túrar. Eyguni glógvaðu av álvarsemi. Andlitsbráini vóru merkt av harða vikuskiftinum.

Metroexpress-blaðið var – sum vera mann – á tremur við tíðindum um sorgarleikin í vikuskiftinum. Í eini opnu vóru myndir frá lesarum, sum stuðlaðu tali- og skrivifrælsinum í kjalarvørrinum av sorgarleikinum.

Um tað var so, ella um tað bert kendist soleiðis í morgun, er ilt at siga; men hjálpsemi sást týðiligari. Ein rúgva av ungum reistist fyri teimum gomlu, tey gomlu smíltist blídliga aftur. Ein róligur stemningur ímillum tað yngra og eldra ættarliðið, eitt slag av virðing.

Hjartasuffini merktust, tá ið Nørreport varð rópt í hátalarinum. Tað er heldur ikki undarligt, tí tað var jú karmur um yvirgang í vikuskiftinum.

Tað er eingin ivi um, at ein øðrvísi gerandisdagur er byrjaður í Keypmannahavn, í Danmark yvirhøvur. Tað, sum fyrr var ein teoretiskur møguleiki, nakað, sum til bar at síggja í sjónvarpið og miðlum annars, er nú ein partur av gerandisdegnum. – Hugburðurin er broyttur um yvirgang, yvirgangurin er álvarsamari nú.