4. b í Skúlanum við Ósánna, fekk fyrr i vikuni eina serliga vitja í náttúru og tøkni tímanum, nevniliga 3 slangur og eitt fýrbein. Jóna og pápi hennara, Jan, eiga hesi sjáldsomu kelidjór, skrivar heimasíðan hjá skúlanum.

Jan greiddi frá, at fýrbeinið var ein sjeggabbi og nevndist Bimbo.
Fleiri myndir her: Slanguvitjan
Bimbo er ljósur á liti um summarið og myrkur, tá ið veturin kemur. Eisini, tá ið Bimbo verður ræddur, verður hann myrkur á liti.
Tann størsta slangan nevndist Freddi, og hon er ein Kongapyton. Vit hildu øll, hon var sera vøkur og øll, sum vildu, sluppu at halda í henni. Hinar báðar slangurnar vóru eitt par, sum nevndist Hannhugo og Honhugo, og vóru kornslangur. Vit vóru eisini so heppin at síggja Jan geva teimum at eta. Tey fingu hvør sína rottu, sum tey guffaði í seg.
Nógvir ymiskir spurningar vóru, og Jan svaraði allar. Ein var, hvussu ein slanga fór á WC. Freddi var so hjálpsamur og vísti okkum, tó ikki við vilja, so fingu vit svar uppá hetta.
Ein sera læruríkur og stuttligur tími. Vit takka Jan fyri vitjan 🙂