MÍTTLAND: Tað minti ikki sørt um eina lítla Ólavsøku í gjár, tá ið fyrsta MÍTTLAND fór av bakkastokki. Væl oman fyri túsund føroyingar savnaðir á einum stað til gaman og samanhald. – Jú tiltakið eydnaðist væl; tað sást ið hvussu er á gestunum, at so var.

Fyrireikararnir skulu vera væl nøgdir, nú tað fyrsta MÍTTLAND er av. Konseptið at savna útisetar til føroyskan hugna og samanhald eydnaðist, má sigast.
Fólkið hugnaði sær og minti tað ikki sørt um eina lítla Ólavsøku. Tú hitti fleiri, sum tú ikki hevur sæð í langa tíð og prátið bleiv hareftir.
Tað er ikki so lætt at lýsa huglagið frá degnum frá í gjár. Vit lata myndirnar tala fyri seg. Myndirnar hava Danial Viðoy og Hans Jákup Heinesen tikið.