Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein ordans bumba!

Hanus Kjølbro

Tað er eitt óvanliga djúpt og máttmikið lágtrýst, sum stendur fyri hesum ringa veðrinum, sum herjar landið í dag.

Tað er eitt óvanliga djúpt og máttmikið lágtrýst, sum stendur fyri hesum ringa veðrinum, sum herjar landið í dag.

Lágtrýstið uppstóð yvir eysturstrondina í USA fyri nøkrum døgum síðan. Lágtrýst uppstanda, tá ið køld og heit luft blandast og klandrast. Størri hitamunurin er á teirri køldu og heitu luftini, djúpari verður trýstið – meiri verður vindurin rundan um tað.

Hetta lágtrýstið hevur ment seg so skjótt, at tað kann kallast ein atmosferisk bumba. Tað er, tá ið trýstið í miðjuni minkar meiri enn 24 hPa í 24 fylgjandi tímar. Í so máta er hetta lágtrýstið ein ógvuliga máttmikil bumba.

Klokkan 6 gjáramorgunin var trýstið í miðjuni 979 hPa; klokkan 6 í morgun var tað 945 hPa. Hetta tíðarskeiðið á 24 tímar minkaði trýstið sostatt 34 hPa! Og trýstið í miðjuni á lágtrýstinum heldur fram at minka, meðan tað – tíbetur! – flytir seg burtur frá okkara leiðum. Á midnátt í kvøld er tað ætlandi niðri á 933 hPa – t.e. trýstið er minkað 46 hPa í 42 fylgjandi tímar. Ein ordans bumba.

Havi hugt eftir nógvum veðurkortum í mong ár. Minnist meg ongantíð at hava sæð 933 hPa á nøkrum korti….

Talan er um eina cyklón a la Jólaódnina í 1988. Tó er stórur munur, hvussu hendan hevur rakt Føroyar. Jólaódnin rakti okkum so meint, sum tað ber til, umframt at hon meira konsentrerað.