Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Ein pengagrískt lógarkrav

Danial Viðoy

Pauli Nybo er tjúgu ára gamal og hevur longu skotið nógvar harur í sínum lívi. Hann kolldømir ikki uppskotið hjá Kára P. Højgaard heilt og sigur, at summir hava kanska fyri neyðini at gjøgnumføra eitt “byrsuskeið”. Men annars er hatta ein máti at fáa lættar pengar frá fólkið. – Pauli er ein ágrýtin skjútti og viðrar tann annan november, fer hann at skjóta haru.

– Jú víst hava onkrir brúk fyri at læra at handfara eina byrsu, men tað nýtist ikki at vera í gjøgnum eitt skeið, ið tú skalt rinda fyri. Alt nýtist ikki at kosta pengar, sigur Pauli Nybo avgjørdur. – Yvirhøvur haldi eg ikki er neyðugt við einum slíkum pengagrískum lógarkravi.

– Eg haldi, at hetta uppskotið er ein máti at fáa nakrar lættar pengar frá fólki. Upp á fleiri mátar. Tí fyrst skalt tú gjalda fyri skeiðið og um tú so ikki tekur tað, kanst tú risikera at fáa bót. Er tað ikki nokk at fáa bót á vegnum?, spyr Pauli Nybo.

Gleðir seg nógv til harutíðina

Pauli Nybo byrjar longu eftir midnátt nýggjársaftan at gleða seg til harutíðina.

– Eg eri sera spentur til harutíðina og ætli mær nógvar túrar, fortelur Pauli av Viðareiði.

– Man hevur eitt sovorðið “jagt-instingt”, orðar Pauli seg. Tá ið tað so av álvara nærkast harutíðini, kemur hendan kenslan í búkinum alsamt meiri fram. Tað er fantastiskt at ganga við hesi kensluni og veiða í okkara deiligu og ikki minst vøkru náttúru.

– Tað er eisini ein avbjóðing at skjóta haru. Tað krevst eitt sindur av teknikki til og eygamálið má helst vera á einari leið. Nei, tað er ikki nógv at seta fingurin á viðvíkjandi harutíðini. Ein hin besta tíðin á árinum.