Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein positiv uppliving í Atlantis

John William Joensen

Ofta eru vit so skjót at finnast at tá okkurt gongur okkum ímóti, og tíanverri kanska ov skjót at gloyma at rósa og takka fyri tær positivu upplivingarnar.

Í Klaksvík eiga vit ikki bara eitt men fleiri mentanarhús.
Sjálvur eri eg uppvaksin í Betesda og hóast eg fyrst og fremst meti hetta vera mítt andaliga heim, so kemst ikki uttanum at tað stóra arbeiði sum hevur verið gjørt og framvegis verður gjørt í hesum húsi hevur stóra ávirkan á mentanararbeiðið í býnum.
Tað sum eyðkennir arbeiði í Betesda er at alt arbeiðið verður gjørt ókeypis. Betesdakórið, sunnudagskúlin, hondarbeiði, bíbliutímar, møtir, sangløtir, ungdómsmøtið, opið hús hvørt leygarkvøld, sangbólkar o.a.m. ber alt boð um eitt ríkt mentanar- og andslív.
Hugburðurin sum ein hevur fingið ílagdan við at verða partur av hesum, er at hevur tú onkrar ætlan so frem tær!
Tí havi eg perónliga ofta havt trupult við at skilt hugsjónirnar aftanfyri orðaskifti sum er frammi frá tíð til aðra at hetta og hatta vantar í mentanarlívinum í Klaksvík.
Tá ein hoyrir onnur foreldur tosað um, at tað eru eingir dansimøguleikar hjá ungdómi í Klaksvík so skilji eg íkki hví hesi somu fólk ikki kunnu taka seg saman og gera eitthvørt við hetta – um hetta er ein so stórur trupuleiki! Men eg eri samstundis bangin fyri at tíðin hevur uppælt ein hugburð sum sigur at alt er ein uppgáva hjá tí almenna!
Tað almenna ansar børnum okkar líkað frá tí tey duga at ganga til tey fara úr skúlanum, sum gamlir tannáringar. Eisini vaksa frítíðarstovnar upp sum hava til uppgávu at aktivera ungdómin í frítíðini. Alt gott um hetta, men eg haldi at hetta kanska eisini hevur ført til at tað er alt truplar at taka stig til nakað, sum ikki so ella so verður stuðlað av tí almenna.
Nú nevndi eg Betesda, tí eg sjálvur eri uppvaksin har, men tað eru nógvar aðrar samkomur í býnum, KFUM&K og EMMAUS, m.a., og hesar gera somuleiðis eitt stórt ungdómsarbeiði og hava eins stóran týdning fyri mentanar- og andslívið í býnum.  Christianskirkjan skipar fyri serligum ungdómsátøkum og soleiðis kundi eg hildi fram.
Eg má eisini rósa teimum í EMMAUS sum við tógvi stríð hava bygt ein spildur nýggjan bygning sum skal hýsa arbeiðinum hjá samkomuni frameftir.

Atlantis.
Sum eg byrjaði so skal eg eisini koma inn á mentunarhúsið Atlantis, sum seinastu árini hevur mangan verið útskeldað bæði so og so.
Men síðani Høgni Klakstein tók við sum leiðari hava regluligar konsertir, fyrilestar og filmsýningar verið í húsinum og hóast eg ikki eri dagligur gestur so dámar mær væl at síggja ein góðan film og má eg siga sum er at umstøðurnar í Atlantis eru munandi batnaðar.
Ljóðanleggið er nýtt og tíðarhóskandi, og kioskin er snotilig og vælvirkandi. Móttøkna er heldur tronglig men eisini her er ruddiligt og snotiligt so ein kennir seg væl.
Fríggjakvøldi var eg við dóttir mínari og hugdi eftir stór filminum KING KONG. Hóast eg ikki var upplagdur hendan dagin at fara í biograf so noyddi dóttirin meg avstað og tað angri eg ikki.
Eg hitti fólk sum eg kendi og vit fingu eitt hugnaligt prát áðrenn filmurin fór í gongd.
Filmsýningin byrjaði við lýsingum frá lokalum handlum og fyritøkum. Serliga beit eg merki í eina flotta lýsing frá Niclas Hera og teimum á Shellstøðini í Klaksvík.
Hetta var professionelt og áðrenn filmurin byrjaði var lýst yvir hátalaran hvussu ein átti at uppføra seg í biografinum! – Sera gott og alt á høgum støði!!
Eg hevði vanta at eg fór at sovnað undir filmsýningini, men so varð ikki. Talan var um ein rættuliga góðan film sum byrjaði spakuliga, men sum hugtók bæði meg og dóttrina.
Hóast tað hoyra ógvusligar senur til ein KING KONG film so er ungdómurin í dag nógv betur fyri at taka hetta, enn vit vóru.
Eg minnist at klassin hjá mær var í føðingardag hjá Jón Harald Poulsen, og beiggi hansara átti ein hálvan tíma Super 8 film við KING KONG.
Táverandi útgávan av KING KONG ( fyri umleið 16 árum síðan) forskrekti lívi úr okkum. Eg minnist at eftir føðingardagin (tað var myrkt í veðrinum) máttu vit dreingirnir fylgjast heim. Eg minnist enn at ein av vinmonnunum hjá mær fór at gráta tí hann búði heilt úti í Víkunum og tá vit allir búðu á Vágsheygg, á Hædd og á Lítlubrekku, -noyddist hann einsamallur allan vegin út í Víkarnari. (Viðkomandi kom tó heim í øllum góðum og í dag er hann rokskipari).
Tá ein ógvuslig sena var í filminum spurdi eg dóttrina um vit skuldu fara heim.
– Nei babba, hatta er bara gjørt við teldu!, var svarið hon gav mær.
Tó var lagið ringt tá filmurin endaði ti at KING KONG doyði til seinast og tí var hetta ein alt ov syrgiligur endi. Men lagið gjørdist betur tá hon kom heim til mammu.
Satt at siga so var eg ikki sørt stressaður hetta kvøldi, men filmurin (upplivingin í Atlantis) hevði fingið heilan at avstressa og eg og dótturin høvdu havt eitt hugnaligt kvøld saman – hóast vit keyptu alt ov nógv popcorn og jolly.
Umstøðurnar at hyggja eftir filmi í Atlantis eru stak góðar, og tit í Atlantis skulu hava takk fyri at tit støðugt hava arbeitt eftir givnu umstøðunum og alla tíðina hava roynt at betra tær, so at vit í dag hava eitt mentanarhús sum kann bjóða Klaksvíkingum og øðrum vitjandi eina positiva uppliving.
Sum eitt uppískoyti vil eg heita á vinnufyritøkur í býnum um at fáa sær eina lýsing undan filmunum í Atlantis. Hetta fer bara at gera tað meira áhugavert at ganga í Atlantis samstundis sum mentunarhúsið fær fleiri inntøkur.

John William Joensen